Aldursforsetin í føroyskum fótbólti er aftur í bestu deildini og nú við nýggjum venjara.
Rasmus Nolsøe hevur slitið sínar barnaskógvar í TB og fer nú at standa á odda sum høvuðsvenjari hjá liðnum. Hesum boðar TB frá í dag.
Tvøramaðurin spældi fyrsta dystin fyri besta liðið hjá TB í 2001, og spældi eisini fast í HB í seks ár. Sum venjari hevur Rasmus Nolsøe verið hjálparvenjari hjá HB í 2017, 2018, har HB vann FM og í 2019, tá HB vann steypakappingina. Hann var hjálparvenjari hjá Víkingi í 2022, tá eysturoyarliðið vann steypakapingina. Barndómsfelagið verður tí fyrsta felagið, har Rasmus Nolsøe fer at royna seg sum høvuðsvenjari.
Rasmus Nolsøe (Savnsmynd: Olaf Olsen)
Venjarin í fjør, Markus Thorberg, hevur ikki A-venjaraútbúgving, og kann tí ikki vera høvuðsvenjari í bestu deildini. Hann verður hjálparvenjari hjá Rasmus Nolsøe.
Markus Thorberg fer undir A-venjaraútbúgvingina næsta ár, sigur felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald