Seinnu fjórðingsfinalurnar í Champions League eru á skránni hesa vikuna. Tvær verða spældar í kvøld - onnur í Napoli og hin í London.
Real Madrid var omaná og vann 2-0 í spanska høvuðsstaðnum fyri seks døgum síðani. Chelsea liggur á 11. plássi í Premier League, hevur Frank Lampard sum fyribils venjara og skal royna at koppa spanska kongafelagnum, ið er í gongd við at verja sítt heiti.
AC Milan vann 1-0 í fyrra dystinum móti Napoli. Nú er oddaliðið í Serie A á heimavølli og hevur Victor Oshimen tøkan aftur eftir skaða. Vandamikli áleyparin úr Nigeria kann gerast lykilin til at skjóta suðuritalska liðið víðari til hálvfinalurnar í Champions League fyri fyrstu ferð nakrantíð. Milan-felagið hevur tó fleiri royndir í kappingini.
Champions League - seinnu áttandapartsfinalurnar:
Í kvøld, týsdagin 18. apríl
Napoli (0) - AC Milan (1)
Chelsea (0) - Real Madrid (2)
Í morgin, mikudagin 19. apríl
Bayern München (0) - Manchester City (3)
Inter Milan (2) - Benfica (0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald