Fótbóltur

Real Madrid vann El Clasico

Høvuðsstaðarfelagið hevur nú fyrimunin í La Liga eftir fyrsta sigurin á arvafíggindanum í deildini í næstan fýra ár.

Vinicius skoraði til 1-0 fyri Real Madrid (Mynd: EPA)

Vinicius skoraði til 1-0 fyri Real Madrid (Mynd: EPA)

2020-03-01 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Supercopa Espana í 2017 vann Real Madrid báðar dystirnar á Barcelona. Men áðrenn uppgerðina í kvøld vóru 47 mánaðir næstan farnir afturum síðani seinasta Real-sigurin í einum  La Liga-dysti millum liðini. 

[object Object]
Eitt merkisvert við dystinum í kvøld var, at gamla Real Madrid-hetjan Cristiano Ronaldo var til staðar.. Hann var við, seinast Real basti Barcelona. Odadysturin í Seriu A millum Juventus og Inter, ið Ronaldo skuldi spæla í, í kvøld, varð útsettur orsaka av Coronaviurisnum í Norðuritalia utsettur-orsaka-av-coronavirus

Fyrr í ár spældu Real Madrid 0-0 í einum dysti uttan stórvegis undirhald á Camp Nou. Dystirnir eru vorðnir nakað meira taktiskir seinastu árini, og í kvøld stóð 0-0 á máltalvuni í 70 minuttir. So sló brasliumaðurin Vinicius Junior, ein leikari ið helst kemur at mynda framtíðina hjá Real Madrid, til. Barcelona og Messi megnaðu ikki at svara aftur, og í yvirtíðini lukkaði júst innskifti Mariano Diaz dystin.

[object Object]
19-ára gamli Vinicius hevur lagt heimaliðið á odda (Mynd: EPA)

Talan var um ein ógvuliga søtan og umráðandi sigur hjá kongafelagnum. Hann kom eftir tveir dystir á rað uttan sigur í La Liga og 2-1 ósigurin móti City í Champions League.  Tað eru bert Real og Barcelona, ið veruliga eru við í stríðnum um meistaraheiti í Spania, og við sigrinum vann Real Madrid seg eitt stig frammum Barcelona, so støðan nú 12 umfør eru eftir er: 

Real Madrid 56
Barcelona 55

[object Object]

Ikki eins nógv at fegnast um, sum tað hevur verið seinastu ferðirnar Barcelona hevur vitjað arvafíggindan (Mynd: EPA)

Ikki síðani Benzema og Ronaldo skoraðu málini í 2-1 sigri á Camp Nou 2. apríl 2016 hava teir úr Madrid av álvara kunna fegnast móti katalanum - sjey dystir á rað uttan Real-sigur. Hetta var fyrsti heimasigur hjá Real Madird móti Barcelona í La Liga útvið fimm og eitt hálvt ár -  fýra ferðir á rað høvdu Messi og co. sigrað á Santiago Bernabeu.


La Liga 28. umfar
Santiago Bernabeu, Madrid
Real Madrid - Barcelona 2-0 (0-0)
71' Vinicius Junior 1-0
92' Mariano Diaz 2-0


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder