NSÍ tryggjaði sær í oktober greipuna á fyrsta sinni, og nú er kvinnuliðið í Runavík styrkt.
NSÍ boðaði í gjárkvøldið frá, at Rebekka Fjallsá Benbakoura hevur valt at skifta til NSÍ úr barndómsfelagnum HB.
Rebekka Benbakoura saman við Karsteni Joensen, formanni í NSÍ (Mynd: nsi.fo)
Áleyparin spældi har í seinnu hálvu hetta kappingarárið. Fyrr í ár royndi Rebekka seg í GPO Kastorias. Har gjørdi føroyski landsliðsspælarin millum annað vart við seg við nøkrum málum.
Í 2023 hevði Rebekka Benbakoura eitt gott kappingarár í KÍ, har hon skoraði 21 landskappingarmál og á fyrsta sinni gjørdist føroyameistari.
Heidi Sevdal og Rebekka Benbakoura í steypafinaluni í 2023. Nú er spurningurin um tær báðar fara at spæla saman, eins og tær gjørdu í HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í steypafinaluni var NSÍ omaná, men Rebekka hevur vunnið steypakappingini áður: Tað var við Allani Dybczak sum venjara í HB í 2019.
Nú skal 25-ára gamla havnarkvinnan, við 113 Betrideildardystum, 19 A-landsdystum, 26 steypadystum og 94 málum, aftur spæla við einum liði hjá Allani - hjá greipuvinnarunum.
Spurningurin er so, um tað verður saman við Heidi Sevdal aftur. Í samrøðu við Kringvarpið í Sarpugerði eftir seinasta umfar í Betrideildini sáddi suvereni toppskjúttin iva um, hon fer at halda fram ella ikki.
Sí eisini: Heidi Sevdal skoraði 33 mál annað árið á rað
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald