Annað

Reisigildi í langhylinum í dag

Langhylurin í Gundadali skal eftir ætlan verða liðugur næsta ár.

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-06-20 18:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag varð hátíðarhildið, at múrarnir standa uppi og stóru timbursperrurnar eru reistar og festar í langhylinum í Gundadali. Harvið er ein serligur varði á leiðini rokkin, segði Heðin Mortnsen, borgarstjóri, í stuttari røðu.

Borgarstjórin legði fyri við at hugleiða um tíðina frá gamla svimjihyli og til verandi svimjihøll, og møguleikarnar fyri svimjiítróttin nú, vit fáa ein 50m langhyl. Hann nevndi eisini tey góðu úrslitini hjá okkara svimjarum.

Tilsamans eru um 33 túsund kubikk av gróti sprongd og brekkað úr lendinum og flutt av plássinum. Nakað kemur inn aftur sum planering og uppfylling. Stoyptir eru higartil 1900 rúmmetrar av betongi til fundamentir, gólv og veggir og umleið 80 tons av stáli eru reist higartil og meira kemur afturat.

- Og so eru tað sermerktu límtræssperrurnar, sum kanska mest ímynda dagin í dag. Hesar eru 41,4 metrar langar og 2,73 metrar høgar og viga um 12 tons stykkið. Tað mesta av límtrænum fer tíbetur at verða sjónligt í lidna bygningsverkinum, tá hetta stendur klárt komandi ár.

Ætlanin er at hylurin skal vera liðugur longu í vár. Høvuðsarbeiðstøkusáttmálin er 147,5 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder