Annað

Ríðifelagið Dalaross er nú limur í Ríðisambandinum

Við limaskapinum hjá Dalaross, sum heldur til í Kollafirði, eru nú seks limafeløg hjá Ríðisambandi Føroya.

Mynd: Andrias Nielsen, formaður í Dalaross og Brandur í Dali, formaður í Ríðisamband Føroya (Mynd: Ríðisamband Føroya)

Mynd: Andrias Nielsen, formaður í Dalaross og Brandur í Dali, formaður í Ríðisamband Føroya (Mynd: Ríðisamband Føroya)

2024-03-24 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á aðalfundi hjá Ríðisambandinum herfyri var endaliga avgjørt, at Ríðifelagið Dalaross, sum heldur til í Kollafirði, nú er limur í Ríðisambandi Føroya.

Ríðifelagið Dalaross, bleiv stovnað í 2012, og hevur serliga arbeitt við at bøta um ríðiumstøðurnar í Kollafirði, har felagið hevur staðið fyri at gjørt nakrar kilometrar av lendisgøtum. Við tað at felagið nú er limur í Ríðisambandi Føroya, kunnu limir felagsins luttaka í kappingum hjá Ríðisambandi Føroya undir egnum felagi, skrivar Ríðisamband Føroya í tíðindaskrivi.

Ríðiítróttin hevur seinastu árini verið í stórari menning, og ynskir Dalaross, at verða partur av hesi menning frameftir. Dalaross arbeiðir við at fáa útvegað eina kappríðingarbreyt í Kollafirði, soleiðis at kappríðingar í framtíðini eisini kunnu verða hildnar í Kollafirði.

Við nýggja limafelagnum hevur Ríðisamband Føroya tvífaldað limatalið uppá nøkur heilt fá ár, og hetta vísur týðiliga, at ríðing er ein ítróttur í støðugum vøkstri, skrivar Ríðisambandið.

Við limaskapinum hjá Dalaross, eru nú seks limafeløg hjá Ríðisambandi Føroya: Føroya Ríðingarfelag, Vága Ríðingarfelag, Føroysk íslandsrossafelag, Sleipnir, Suðurross, og Ríðifelagið Dalaross.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder