B36 skal í kvøld spæla seinna dystin í 3. umfari í UEFA Conference League. Í løtuni sær tað út til, at tað sama fer at henda, sum í sama umfari síðsta ár: At talan verður um ein ov stóran bita.
HNK Rijeka vann 3-1 á Tórsvølli fyri einari viku síðu. B36 legði seg annars á odda 1-0. Harvið skal liðið hjá Dan Brimsvík í minsta lagi vinna við tveimum málum fyrstu 90 minuttirnar fyri at hava ein møguleika at fara víðari.
Oddsini fyri hesum eru ikki góð. Veddingarfyritøkurnar hava Rijeka sum risafavorittt. Tølini fyri heimasigur liggja millum 1,15 og 1,20, ið er ógvuliga lágt. Hinvegin gevur B36-sigur millum 11.00 og 13.00.
Símun Sólheim og hinir vandu á leikvøllinum hjá Rijeka í gjárkvøldið (Mynd: Ingi Arge)
Tað er heitt í Kroatia, spælt verður á grasi, Rijeka er eitt væl størri felag, og sum heild talar nógv móti B36. Teir í B36-leguni eru tó avgjørt farnir eftir møguleikanum:
- Haraftrat mugu vit finna eina eyka megi fram til hendan dystin eisini, tí vit standa fyri einari truplari uppgávu, sum tó er møgulig (...) Hitin og vøllurin fara eisini at ávirka dystin. Tó eru vit sera spentir uppá uppgávuna, og vit vita, at vit gott kunnu skapa eina sensatión, um vit raka okkara allar besta dag og hinir ikki. Vónin livir enn.
Hetta segði Hannes Agnarsson við Portalin í gjár. Dysturin í Rijeka í kvøld byrjar klokkan 19.15. Televarpið vísir dystin.
Sí eisini:
Myndir: B36-venjing á leikvøllinum
B36 hevur eina tunga uppgávu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald