Í gjárkvøldið vísti Champions League knock-out fótbóltur seg frá sínari bestu síðu. Eftir 2-1 tap fyri Real Madrid í Amsterdam í fyrra dystinum sló Ajax vinnaran seinastu trý árini út í gjár. Ì egnari holu var spanska liðið fyri 4-1 eyðmýkjing. Ein frágerða væl leiktur dystur frá Ajax, ið saman við Tottenham er til reiðar til fjórðingsfinaluna. Í kvøld stríðast fýra lið fyri tveimum øðrum plássum:
PSG (2) - Manchester United (0) (TV3+/Viaplay)
Porto (1) - Roma (2) (TV3 Sport/Viaplay)
Tað er nógv fokus á dystin í París. Einasti dystur, ið Manchester Unted hevur tapt undir Ole Gunnar Solskjær, var 12. februar á Old Trafford, tá PSG var á vitjan. Við tveimum málum tíðliga í 2. hálvleiki setti franska stórfelagið seg í eina sera góða støðu undan seinna dystinum.
Fyri steðgin í fyrra dystinum fingu Jesse Lingard og Anthony Martial vøddaskaðar, ið teir framvegis ikki eru komnir yvir. Paul Pogba fekk reytt kort ímóti endanum av dystinum, og leikarar sum Ander Herrera, Juan Mata og Nemanja Matic eru eisini úti í kvøld. Hetta merkir, at United fór til París við einum ungum hópi, har fimm akademi-leikarum eru við. Harvið verður tað ógvuliga torført hjá United, men Solskjær og leikararnir hava úttalað seg um, at teir trúgva 100 % uppá tað, og venjarin legði millum annað dent á skora tað fyrsta málið, og at dysturin livur út í 2. hálvleik.
PSG hevur sínar trupulleikar við skaðum. Liðið hjá Thomas Tuchel var uttan nakrar profilar í fyrra dystinum, og Neymar er framvegis skaddur. Cavani er eisini ivasamur. PSG hevur vunnið átta dystir á rað og er greitt oddalið í Ligue 1 - 17 stig eru niður til Lille á 2. plássi. Næsta stigið hjá franska liðnum er at vinna Champions League, og í kvøld skal PSG ger arbeiði liðugt á heimavølli.
Í Porto er Roma á vitjan. Dysturin er púra opin, eftir at Porto minkaði til 2-1 í Rom og harvið fekk eitt útivallarmál við. Roma var í hálvfinaluni í fjør, og er favorittur at koma víðari í kvøld.
Báðir dystirnir í kvøld byrja klokkan 20.00.
Fótbóltur
Risauppgáva hjá skaðaplágaða United í París
PSG er stórfavorittur at koma víðari eftir frálíka avrikið á Old Trafford. Roma skal royna at spæla víðari í Portugal.
PSG skoraði tvær ferðir á Old Trafford, og United skal nú reisa seg (Mynd: EPA)
2019-03-06 14:37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald