Hondbóltur

Rivið er kanska brákað – men eg vil spæla

Jónas G. Djurhuus ætlar ikki tvey riv forða sær at koma á vøllin móti Danmark í morgin.

Jónas G. Djurhuus her saman við Petur Sivertsen, liðleiðara hjá manslandsliðnum (Mynd: Ingi Samuelsen)

Jónas G. Djurhuus her saman við Petur Sivertsen, liðleiðara hjá manslandsliðnum (Mynd: Ingi Samuelsen)

2018-10-25 20:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein av leikarunum, ið spældu ein góðan dyst í gjár, serliga fyrra hálvleik, er ungi hoyvíkingurin Jónas Gunnarson Djurhuus, sum spælir við HØJ í Danmark.

Hann legði so mikið nógv fyri í dystinum, at tvey rivjabein helst eru brákað. Kortini var hann fúsur allan dystin í Montenegro.

Jónas ætlar sær eisini á vøllin móti Danmark í Skjern leygardagin. Tað segði hann í kvøld, júst lendur í Billund við flogfarinum úr Warshawa, har liðið millumlendi á ferðini úr Montenegro til Danmarkar.

- Eg vil sleppa at spæla handa dystin. Men nú fáa vit at síggja, hvussu gongst í venjingini í morgin.

Sum vera mann, er Jónas errin og fegin um úrslitið í Montenegro og sigur, at tað nú er av týdningi, at spælararnir hava tann góða hugburðin við inn á vællin móti Danmark seinnapartin leygardagin.

- Eg rokni ikki við, at tað verður nakar trupulleiki at halda motivasjónini uppi. Nú ræður um at standa saman og spæla skilagott. Vit vita, at teir eru nógv betri enn Montenegro, so tað ræður um at gera ein innsats, sum vit kunnu vera nøgdir við, so má tað vísa seg hvat úrslit spyrst burturúr, sigur Jónas G. Djurhuus. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder