Kappróður

Róðrarnir síggjast á TV Sport og TV2 Play

Sverri Nielsen leggur til brots nú klokkan níggju - Sára Maria Johansen og hinar byrjar 09.10.

2024-08-01 08:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Góðar vónir til serliga Sverra Sandberg Nielsen sum um eina løtu fær eina harða OL-hálvfinalu.

Hann er sum ein leyva í einum búri, sigur ítróttarstjórin í Dansk Roning við TV2 Sport/TV2 Play, sum vísir róðurin.

Single-sculls (menn) - hálvfinala
Í dag, hósdagin 1. august
9.00: Sverri Sandberg Nielsen - kappast um at koma í topp-trý

W8+  - hálvfinala
Í dag, hósdagin 1. august
9.10: Sára Maria Johansen -  kappast um at koma í topp-fýra

Róðrarnir verða vístir á TV2 Sport og TV2 Play - umframt hetta ber til at fylgja við á worldrowing.com


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder