Sunnudagin var HCA marathon runnið, og tað gekk fyri seg í føðibýnum hjá mæta, danska skaldinum, H.C. Andersen, Odense.
Marathonrutan verður søgd at vera tann skjótasta rutan í Danmark, møguliga eisini heimsins skjótasta, og fleiri ferðir hava føroyingar luttikið har. Hetta er samstundis kapping um Danmarksmeistaraheitið í marathon.
Ein av bestu rennarunum í Føroyum, Rógvi Kárason, var við í kappingini í ár.
Hann rann væl og javnt allan túrin, og kom á mál sum nummar tvey!
Tíðin hjá Rógva var næstbesta tíðin nakar føroyingur hevur runnið, og er sostatt eisini besta tíð hansara. Hann rann so væl, at ½ marathontíðin var undir Oyggjaleikakravinum, men um tað kann brúkast til Oyl 2025, vita vit í skrivandi stund ikki.
Gamalt met
Tíðin var 2.32.09, og nú er Rógvi nær við føroyska metinum. Tað er bara ein spurningur um tíð, nær tað verður, skrivar ítróttafelagið Bragdið.
Fyri ikki so langari tíð síðani, var Rógvi skurðviðgjørdur í hjartanum og úrslitið í Odense vísir, at hann er komin væl fyri seg.
Føroyska metið í marathon ljóðar upp á 2:27,53, og er eftirhondini 36 ára gamalt, og millum elstu metini, sum eru sett í frælsum ítróttum. Mæti rennarin, Absalon Hansen setti tað í Hamburg í Týsklandi í apríl 1988.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald