Fótbóltur

Rógvi Nónsgjógv Poulsen nýggjur høvuðsungdómsvenjari við Løkin

NSÍ hevur sett 35-ára gamla argjamannin, sum seinastu árini millum annað hevur havt líknandi starv í AB og starv sum fysiskur venjari í barndómsfelagnum og í 07 Vestur.

Rógvi hevur A-venjaraprógv, og er hann knýttur at U17-landsliðnum við dreingjum (Mynd: Nes Sóknar Ítróttarfelag)

Rógvi hevur A-venjaraprógv, og er hann knýttur at U17-landsliðnum við dreingjum (Mynd: Nes Sóknar Ítróttarfelag)

2024-11-28 20:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ hevur í vikuni sett Rógva Nónsgjógv Poulsen í starv sum høvuðsungdómsvenjara.

Felagið boðar frá, at starvið er eitt fulltíðarstarv, og kemur Rógvi, sum er A-venjari, at skipa øllum ungdómsarbeiðnum í felagnum. 35-ára gamli argjamaðurin hevur fjølbroyttar royndir í fótbólti.

- Rógvi hevur eina kandidat útbúgving innan ítrótt (MSc Human Fysiologi). Harumframt hevur hann eitt UEFA A-licens venjaraskeið. Undan hesum starvinum hevur Rógvi starvast sum høvuðsungdómsvenjari hjá AB, fysiskur venjari hjá AB og sum fysiskur venjari hjá Betri liðnum hjá 07 Vestur. Rógvi er eisini partur av venjaratoyminum hjá U17 landsliðnum fyri dreingir.

Rógvi Nónsgjógv hevur eisini drúgvar royndir sum fótbóltsleikari. Hann hevur yvir 200 dystir í bestu deildini, har hann millum annað hevur umboðað AB, B36 og HB og vunnið nøkur steyp. Nú skal Rógvi royna at lyfta ungdómsfótbóltin í NSÍ á eitt hægri stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder