
- Tað er nýtt ár, nýggur venjari, nýtt lið, men troyggjan er enn svørt og hvít, og TB'arnir geva aldrin upp.
Hetta sigur 26-ára gamli miðvallarin Rógvi Joensen. Hann skal fram til byrjanina av august arbeiða í heimbygdini Tvøroyri og spæla fyri barndómsfelagið. Lesnaður í Danmark gjørdi, at Rógvi ikki spældi í Betrideildini í 2018. Í fjør kom hann heim at spæla eftir summarsteðing, har hann var við í átta dystum.
Komandi mánaðirnar skal orkuríki, tekniskt sterki og skilagóði miðvallarin royna at gera mun fyri TB. Samanlagt hevur Rógvi spælt 119 dystir í Betrideildini.
(Mynd: TB)
19-ára gamli Einar Thorsteinsson fekk sína debut á hægsta stigi í fjør, og álopskendi miðvallarin hevur í kvøld eisini skrivað undir sáttmála fyri 2020 við TB.
Les eisini: - Stórur dentur verður lagdur á samanhaldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald