Svenska hondbóltskappingarárið hjá monnum í fjør endaði við, at Kristianstad basti IK Sävehof, við Eliasi á Skipagøtu og Óla Mittún á liðnum, í fimtu og avgerandi SM-finaluni. Í 1. umfari í hesum kappingarárinum tapti Kristianstad óvæntað móti Hallby IF. Ein av nýggju spælarunum hjá Hallby er ávíkavist beiggi og systkinabarn hjá omanfyrinevndu føroyingum, og hann vísti seg væl fram í fyrsta almenna dysti sínum í svenskum hondbólti.
Rói Ellefsen á Skipagøtu gjørdist ársins spælari í føroysku mansdeildini í fjør. Nú hevur 19-ára gamli hoyvíkingurin tikið nøkur fet upp, og í gjár skoraði hann fýra mál, umframt legði upp til fleiri afturat, í fýra-máls sigrinum hjá Hallby.
Kristianstad var annars stórfavorittur á pappírinum, men heimaliðið hekk í allan fyrra hálvleik, var á odda næstan allan 2. hálvleik, og Rói og teir hildu høvdu kalt síðstu løtuna.
Stóri svenski hondbóltsmiðilin Handbollskanalen rósar unga føroyinginum. Skrivarin ger greitt, at vónirnir til Róa Ellefsen á Skipagøtu eru stórar - vegna eftirnavnið - men at spælskiparin bar seg heilt væl í fyrsta dystinum.
Gott við sjálvsálitið - Hallby spælir í 2. umfari um eina viku. Tað er á útivølli móti Guif Eskilstuna.
Hondbóltur
Rói og Hallby gjørdu bart móti svensku meistarunum
Frálík byrjan hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu í bestu svensku deildini. Spælskiparin skoraði fýra mál, tá Hallby koppaði Kristianstad.
19-ára gamli hoyvíkingurin gjørdi vart við seg beinanvegin í svenskum hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)
2023-09-17 13:42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald