Fótbóltur

Rokna við umleið 600 kroatiskum áskoðarum á Tórsvølli

Tá so nógvir útiáskoðarar eru til staðar, verður trygdin uppraðfest. Ein bólkur - millum kroatisku og føroysku fjeppararnir - verður tómur fríggjakvøldið, og hegn eru sett upp. Talan er tó ikki um ein "high-risk dyst".

Hajduk Split-viðhaldsfólk gjørdu av álvara vart við seg á Tórsvølli og í høvuðsstaðnum í fjør. Líknandi støða vantast sum skilst ikki aftur - aðalskrivarin í FSF hevur eisini vissað um, at kroatiska fótbóltssambandið hevur tamarhald á, hvørji kunnu keypa atgongumerki (Mynd: Tórir Photo)

Hajduk Split-viðhaldsfólk gjørdu av álvara vart við seg á Tórsvølli og í høvuðsstaðnum í fjør. Líknandi støða vantast sum skilst ikki aftur - aðalskrivarin í FSF hevur eisini vissað um, at kroatiska fótbóltssambandið hevur tamarhald á, hvørji kunnu keypa atgongumerki (Mynd: Tórir Photo)

2025-09-03 11:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá onkur sigur "kroatiskir áskoðarar í Havn og á Tórsvølli", so er tað skjótt at seta tað í sambandi við ta óskilið, ið valdaði í høvuðsstaðnum og á tjóðarleikvøllinum á sumri 2024. 

Áðrenn, undir og eftir Conference League-dystin millum HB og Hajduk Split gjørdu teir 300-400 "fjeppararnir" hjá útiliðnum um seg á keðiligan hátt: Við stuldri, harðskapi, heldur nógvum rómaraljósum og sum heild ólatandi atburði.

Hetta varð ikki handfarið serliga væl.

[object Object]
(Mynd: Tórir Photo)

Vænta upp til 600 áskoðarar men nakað heilt øðrvísi hesaferð 

Nú er tað landsliðsfótbóltur á Tórsvølli, og uppaftur fleiri áskoðarar koma úr Kroatia, enn tað komu í fjør.

Sum skilst er tó als ikki talan um líknandi bólk av fólki, sum illa fáa flokkast undir vanligir fótbóltsáskoðarar.

Ein bólkur av Hajduk Split-áskoðarum hevur serliga ringt orð á sær kring Evropa.

Áskoðarar hjá kroatiska fótbólslandsliðnum eru kendir fyri at vera ídnir, eldhugair og ernir - teir fara at seta sín dám á Tórsvølli - men einki bendir á, at tað verður líknandi sum í fjør, í mun til ringan atburð.

Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, hevur eisini í viðtalu við Dimmu vissa um hetta.

Hann upplýsir, eins og Portalurin hevur fingið váttað aftur, at kroatar fáa umleið 600 atgongumerki til dystin. Kristin Dam Ziska vissar um, at tey sum fáa atgongumerki, eru áskoðarar, sum eru skrásettir hjá kroatiska fótbíltssambandinum - og tey, sum kroatiska fótbóltssambandið hevur sett á svartalista, sleppa heldur ikki at keypa atgongumerki til dystin í Føroyum.

Kroatar hava fingið 600 atgongumerki til dystin, og sambært okkara upplýsingum verður talið av útiáskoðarum áleið tað.

Sí eisini: Nærum útselt til Føroyar - Kroatia

Taka tríggjar bólkar á Tórsvølli 

Tað er tó ikki so, at trygdin verður lin.

Sum skilst eru nøkur løgreglufólk úr Danmark í Føroyum í sambandi við landsdystin, og á Tórsvølli verður ein heilur bólkur (sektión) millum áskoðarnar hjá Kroatia og teir hjá Føroyum.

Í tí bólkinum, 103 sum er trið frá Fimi á eystaru síðu, vera ikki áskoðarar men bara nakað av vaktum og løgreglufólki.

Soleiðis var eisini til Conference League-dystin millum HB og Brøndby í juli.

HM-undankapping 4. umfar: 
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
19.45 Føroyar - Kroatia

Til ber enn at keypa atgongumerki her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder