55 ára gamli Troels Bech, ið hevur havt UEFA Pro venjaraprógv síðan 2006, er eitt kent andlit í donskum fótbólti. Hann hevur millum annað vant AC Horsens, Silkeborg, FC Midtjylland og OB, og er samstundis tann venjarin, ið hevur metið við flest Superligadystum.
Harafturat var Troels Bech ítróttarstjóri í Brøndby IF frá 2015 til 2018, og so hevur hann eisini sjálvur spælt á hægsta stigi í Danmark og í Týsklandi.
Talan er sostatt um ein sera royndan og virdan venjara og undirvísara, ið kemur at vitja Fótbóltssamband Føroya leygardagin 27. november. Tá verður skipað fyri impulsskeiði.
Impulsskeiðið við Troels Bech verður í FSF-húsinum frá klokkan 9 til 16, og er ætlað venjarum við UEFA A- og B-prógvi, og teimum sum luttaka á A-venjaraskeiðnum í ár. Skeiðið telur samstundis sjey impulstímar til dagføring av A- og B-próvnum, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuna.
Meira kunning um hetta fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald