Annað

Russiska løgreglan evakueraði 16 støð eftir bumbuhóttanir

Hotell og matstovur í Rostov vórðu evakueraði.

Løgreglumaður við hotell í Rostov (Mynd: DR)

Løgreglumaður við hotell í Rostov (Mynd: DR)

2018-06-27 08:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Russiska løgreglan fekk í gjárkvøldið bumbuhóttanir móti fleiri hotellum og matstovum í Rostov, sum er ein av vertsbýunum  til HM í fótbólti.

Løgreglan gjørdi allar neyðugu kanningar, og tilsaman vórðu 16 hotell og matstovur evakuerað.

Millum hotellini, sum vórðu evakueraði, var Topos Congress-Hotel, sum er eitt av hotellunum, har FIFA heldur til undir endaspælinum. Eingi lið eru tó í hesum hotellinum, skrivar Danmarks Radio.

Dysturin millum Kroatia og Ísland varð spældur í Rostov.

placeholder
placeholder