Annað

Russland kært avgerð hjá IOC

Í oktober varð olympiska nevndin í Russlandi blakað úr altjóða olympisku nevndini, og altjóða ítróttadómstólurin skal nú taka støðu til málið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-11-06 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Olympiska nevndin í Russlandi (ROC) sigur seg vera órættvíst viðfarna av altjóða olympisku nevndini (IOC), sum í oktober blakaði ROC úr altjóða nevndini, og tí hevur ROC nú kært avgerðina til altjóða ítróttadómstólin (CAS).

Tað var 12. oktober, at IOC boðaði frá, at olympiska nevndin í Russlandi ikki longur var limur í IOC.

Grundgevingin var, at olympiska nevndin í Russlandi hevði framt brot á olympisku reglurnar við at viðurkenna ítróttafeløg í hersettum ukrainskum økjum sum limir, hóast hesi sambært IOC hoyra undir olympisku nevndini í Ukraina.

At olympiska nevndin í Russlandi nú er útihýst úr altjóða olympisku nevndini merkir, at ROC ikki longur verður viðurkent sum ein olympisk nevnd og tí ikki longur fær fíggjarligan stuðul frá olympisku rørsluni, skrivar DR.

Enn er støða ikki greitt, um russiskir íðkarar kunnu luttaka í OL í París næsta ár undir neutralum flaggi. Tann avgerðin verður tikin seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder