Í januar keypti táverandi Premier League-felagið Cardiff City Emiliano Sala úr Nantes fyri áleið 15 milliónir pund. 28-ára gamli áleyparin var umborð á einum lítlum flogfarið, ið David Ibottsen førdi, men yvir Alderney í Ermasundi varð sambandið mist við tað. Fyrst í februar varð vrakið funnið, og síðani líkið av Sala umborð har.
Hendingin var syrgilig og gátufør. Flogfarið var í ringum standi, og søgur gingu um mafia-virksemi og annað, ið møguliga hevði ávrikan á hendingina. Áðrenn at flogfarið datt niður, sendi Sala eisini eini ljóðboð til vinmenn sínar á Whats App, har hann segði, at hann var ræddur, og at um teir ikki hoyrdu nakað aftur innan fyri ein hálvan tíma, visti hann ikki, um nakar fór at verða sendur út at leita, og um teir finna nakað. Hann endaði við: "Men tit fara so at vita tað...Guð, sum eg eri bangin"
Kanningar eru gjørdar í Bretlandi, og í gjár varð tað váttað, at royndirnar vísa, at Emiliano Sala hevði eitt høgt støði av COHb - eina blanding av kolsúrni og hæmoglobin í sínum blóði. Talan var um 58 prosent, og um tað er hægri enn 50 prosent, hjá einum frískum persóni, ið er væl fyri, so verður tað mett at vera deyðiligt. Greitt er ikki hvussu Sala hevur fingið evni, ella hvør hevur gjørt tað,
Líkið av flogskiparanum er framvegis ikki funnið. Tí kann ikki staðfestast, um David Ibottsen eisini hevði ov nógv COHb í blóðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald