Annað

San Francisco 49ers: Gamla stórfelagið er aftur ímillum tey bestu

Liðið úr Kalifornia kann í nátt javna metið hjá Patriots og Steelers fyri flest Super Bowl-sigrar (seks). Tað eru 25 ár síðani, at Lombardi-steypið seinast endaði í San Francisco.

Montana og Rice vunnu ávíkavist tríggjar og fýra Super Bowl-dystir við San Francisco 49'ers og eru á mangan hátt framvegis ímyndirnar av felagnum

Montana og Rice vunnu ávíkavist tríggjar og fýra Super Bowl-dystir við San Francisco 49'ers og eru á mangan hátt framvegis ímyndirnar av felagnum

2020-02-02 12:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2013 vóru Niners (eyknevni hjá liðnum úr San Francisco) sera nær við at fremja eitt comeback í Super Bowl XVII (47). Tá streymurin fór í Mercedes-Benz Superdome í New Orleans, Louisiana stutt eftir hálvleik og útsetti dystin í stóran hálvan tíma, vóru Ravens á veg ímóti tryggum sigri (28-6). Men so komu Colin Kaepernick og co. aftur í dystin. Quarterbakkurin, ið nú meira ella minni er útihýstur av NFL, kom av álvara í gongd, og tað gjørdi verjan eisini. Tað var júst verjuparturin, ið Niners veruliga gjørdist kendur við undir Jim Harbaugh. Liðið kom í tríggjar hálvfinalur á rað (2012-2014), men tað rakk ikki til meira enn hetta tepra tapið fyri Ravens og beiggja Jim í Super Bowl.

[object Object]
Harbaugh gjørdi 49'ers til ein avbjóðara aftur, og tað var Colin Kaepernick, ið var hansara quarterbakkur í Super Bowl fyri sjey árum síðani. Hesi báðir eru langt síðani farnir úr San Francisco, men nú hevur felagið aftur nátt stóra dystin (Mynd: EPA)

Jim Harbaugh er nú venjari í college, og Niners hevur síðani Super Bowl fyri sjey árum síðani verið langt frá oddinum. Men í ár komu Ravens, við John Harbaugh sum venjara, við flest sigrum í grundspælinum, og besta leikaranum í NFL í ár (Lamar Jackson), ikki í Super Bowl. Tað gjørdu Niners tó, og hetta er fyrstu ferð síðani 2013, at liðið úr San Francisco er í endaspælinum. Í fjør tapti liðið 12 dystir og vann fýra í grundspælinum – í ár gjørdist talan um 13 sigrar og trý tap, og í januar komu tveir tryggir heimasigrar í endaspælinum. Fyrst á Minnesota Vikings og síðani á Green Bay Packers. 

[object Object]
Kyle fær her NFC-steypið frá pápanum Mike Shanahan, ið vann Super Bowl tvær ferðir á rað við Broncos síðst í nítiárinum (Mynd: EPA)

[object Object]
Mosert gjørdi sannliga sítt í hálvfinaluni móti Packers - her fær hann bóltin frá Garoppolo (Mynd: EPA) 
[object Object]
Jimmy Garoppolo hevur tveir Super Bowl-ringar sum eykamaður hjá Tom Brady. Nú skal hann fyri fyrstu ferð á vøllin í einari Super Bowl (Mynd: EPA)

[object Object]
George Kittle er sera trupul at halda hjá verjuleikarunum og kann fáa ein sera stóran leiklut í kvøld (Mynd: EPA)

Høvuðsvenjarin Kyle Shanahan hevur broytt nógv til tað betra, og quarterbakkurin ið kom úr Patriots í 2017, Jimmy Garoppolo er støðugur. Uppbyggingin av hópinum og serliga verjuni hevur gjørt stóran mun. Ítróttarliga leiðslan við John Lynch, fyrrverandi verjuleikaranum og Super Bowl-vinnaranum, á odda hevur megnað at valt teir røttu leikararnar. George Kittle er eitt stórt vápn í álopinum, Raheem Mostert rann fyri fýra touchdowns og yvir 200 yards í hálvfinalusigrinum á Packers, og so er tað besta verjan í NFL. Har er Nick Bosa ein av teimum, ið loypir í eyguni fyrst. Hann varð í gjárkvøldið valdur til besta fyrsta-árs verjuleikara í deildini. Hann og hinir í toyminum skulu í nátt royna at bremsa Patrick Mahomes, Tyreek Hill, Travic Kelce og hinum.

Les eisini: Kansas City Cheifs: Fyri fyrstu ferð í fimmti ár
               Næstan 38 milliónir fyri 30 sekund

Í 1944 var San Francisco 49’ers stovnað sum tað fyrsta heilt stóra ítróttarfelagið í býnum. Navnið er eftir teimum ið jagstraðu gull og skattar í økinum undir ”California Gold Rush” mitt í 1800-talinum, og sum kendur sum “forty-niners” – eftir árstalinum 1849 – settust niður í lítla San Francisco. Tað gjørdi, at býurin vaks við 24.000 fólkum uppá eitt ár.

Liðið var fyrst partur av deildini AAFC, men kom uppí NFL í 1957 og í 1980’árunum eydnaðist jagstranin eftir silvusteypinum. Heili fýra ferð lyftu Niners steypið. Tað var undir leiðslu av venjaranum Bill Walsh, ið var við at broyta ítóttin við sínum “West Coast Offence”. Ístaðin fyri at byggja álopsspælið upp við at renna, vórðu styttri kast ístaðin nýtt, og síðani var meira pláss til tey longru. Hetta er síðani vorðið grundarlagi í so at siga øllum álopum, og tað eydnaðist sera væl hjá Walsh við frálíka Joe Montana sum quarterbakki. Seinna helmingin av áratíggjunum hevði hann milum annað Jerry Rice at kasta til. Hann verður mettur at vera ein av bestu leikarunum í NFL-søguni, og Montana er eisini millum teir ovastu á listanum.

[object Object]
Bill Walsh sæst her klappandi aftanfyri Steve Young (Mynd: EPA)

Niners vunnu stórt á Miami Dolphins (1985) og Denver Broncos (1989) og tvær ferðir tepurt á Cincinnati Bengals (1982 og 1990). Skaðar og hørð kapping frá Steve Young gjørdu, at Montana í byrjanini av 90’árunum ikki longur var leiðarin av álopinum. Hann skifti til Kansas City Chiefs, ið Niners skulu royna at basa í Miami í nátt fyri at fáa sítt sætta heiti. Tað eru bert Pittsburgh Steelers og New England Patriots, ið hava seks Super Bowl-sigrar. Tann fimti í røðini hjá liðnum úr stóra býnum í Kalifornia kom í hús í júst Miami 29. Januar í 1995, tá Young, Rice og co. skræddu San Diego Chargers sundur. Tað var fyrsta felagið, ið kundi fegnast um Lomarbi-steypið fyri fimtu ferð. Útav teimum níggju feløgunum, ið hava rokkið Super Bowl tríggjar ferðir ella oftari, eru Niners tað felagið við prosentvís flest sigrum í Super Bowl-dystum (5 út av 6 – 83,3 prosent) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder