Annað

Sarah Mahfoud aftur í ringin

26. mai skal hon royna seg ímóti italsku Veronica Tosi, eisini rópt "slaktarin".

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-05-12 21:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrrverandi heimsmeistarin Sarah Mahfoud fer fríggjadagin 26. mai aftur í boksiringin, og mótstøðukvinnan er ein sum hevur fingið eyknevni "Slaktarin".

Tað verður í dysti til Danish Fight Night í Royal Arena.

Mótstøðukvinnan Veronica Tosi (Slaktarin) verður lýst sum fysisk sterk og ágangandi. Hon er úr Italia, og fyriskipararnir vænta ein nógv harðari dyst fyri Sarah Mahfoud enn undanfarni dysturin, sum var í mars.

Dysturin í marsmánað ímóti týsku Lara Ochmann, sum Sarah Mahfoud vann, var hin fyrsti síðani HM-dystin móti Amanda Serrano í september 2022, sum endaði við einum tapi.

Hagtølini hjá hálva vestmenninginum eru annars góð, tí av 13 dystunum sum yrkisboksari, hevur Sarah Mahfoud bert tapt ein.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder