Sarah Mahfoud verður ikki við i Danish Fight Night í Royal Arena 13. januar. Tá skuldi hon boksast móti Michela Braga í einum WBC Silver-dysti.
Men fyrr í hesum mánaðinum útnevndi boksisamgongan WBC, World Boxing Council, Sarah Mahfoud til HM-dyst um WBC-heitið móti australsku Skye Nicolson.
Sum skilst hevur boksisamgongan sett krøv um, at Sarah Mahfoud má velja annan dystin. Tað hevur gjørt, at Sarah Mahfoud ikki fer at boksa á Danish Fight Night, boðar boksifyriskiparin Bettina Palle frá.
- Eg eri sera hørm um, at eg kortini ikki fái møguleikan at boksa í januar, og vísa meg fram fyri donsku boksiáskoðarunum. Tað er irriterandi harmiligt, men málið hevur verið at fáa ein HM-dyst aftur, og tí má eg fylgja teimum ávísingunum, sum eru settar, sigur Sarah Mahfoud.
- Eg ætli mær ikki at lata Skye Nicolson fáa HM-heitið við at møta einari aðrari mótstøðukvinnu. Hon sleppur ikki undan at boksa móti mær, og eg skal nokk blíva heimsmeistari aftur, sigur Sarah Mahfoud.
Sarah Mahfoud er fødd í Føroyum og hevur føroyska mammu, men hevur stóran part av lívinum búð í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald