Neistin kunngerð í dag venjaratoymni hjá besta kvinnuliðnum.
Tað verður landsliðsmálmaðurin Nicholas Satchwell, sum verður høvuðsvenjari, og afturat sær hevur hann Brynju Høj sum spælandi hjálparvenjara.
Brynja Høj verður spælandi hjálparvenjari (Mynd: Sverri Egholm)
Nicholas Satchwell skuldi annars flyta til Danmarkar og hevði gjørt sáttmála við Lemvig-Thyborøn Håndbold. Men ein álvarsligur skaði á fremra krossbandi ger, at tað verður av ongum.
Les eisini: Landsliðsmálverjin fingið álvarsligan skaða
Nicholas Satchwell (Mynd: Sverri Egholm)
Umframt Nicholas og Brynju, verður Dejan Lacock málmansvenjari og Eirikur Magnussen liðleiðari.
Afturat at vera høvuðsvenjari hja besta kvinnuliðnum, verður Nicholas Satchwell eisini høvuðsvenjari hjá gentum 18 og 1. deild kvinnum.
Neistin byrjar kappingarárið við grannadysti móti Kyndli 7. september.
Eirikur Magnussen, liðleiðari, Brynja Høj, spælandi hjálparvenjari og Nicholas Satchwell, høvuðsvenjari (Mynd: Neistin)
Dejan Lacock og Nicholas Satchwell her í landsliðshøpi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald