Hondbóltur

Sävehof tapti aðru meistarafinaluna

Tað gekk ikki so væl hjá Óla Mittún og liðfeløgunum í Ystads í kvøld. Tað endaði við 30-26 tapi. Triðja finalan verður í Partille fríggjakvøldið.

1-1 í finalum, eftir at Óli Mittún og teir ikki spældu upp til sítt besta í Ystads (Mynd: IK Sävehof)

1-1 í finalum, eftir at Óli Mittún og teir ikki spældu upp til sítt besta í Ystads (Mynd: IK Sävehof)

2024-05-22 20:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verða í minsta lagi fýra finalur um svenska meistaraheiti í manshondbólti 2023/2024. Hetta er greitt, eftir at Ystads IF javnaði til 1-1 í finalum í kvøld.

IK Sävehof vann 28-27 í fyrstu finaluni, sum var í Partille mánakvøldið. Tá var Óli Mittún í hopla. Hoyvíkingurin gjørdist toppskjútti við átta málum.

Les eisini: Óli toppskjútti í fyrstu finaluni

Í dag gekst ikki so væl hjá Óla og liðfeløgunum. Ungi føroyski bakspælarin skoraði tvey mál í kvøld. 

Tað var 16-15 í steðginum. Tíðliga í 2. hálvleiki fór Ystads frá og var einaferð á +5. Sävehof kom aftur, og tvær ferðir í 2. hálvleiki fekk útiliðið javnað. Ystads hevði tó meira í kvøld og fekt økt aftur seinastu løtuna.

30-26 varð endaliga úrslitið. Liðini hittast aftur í Partille fríggjadagin klokkan 17 føroyska tíð. Liðið, sum vinnur har, fær "dystarbólt". Tað snýr seg um at vinna tríggjar finalur fyri at gerast svenskur meistari. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder