Hondbóltur

Seinasta freist at atkvøða fyri Eliasi er á midnátt

21-ára gamli føroyski spælskiparin er tilnevndur sum besti ungi spælari í heiminum fyri 2023. Til ber at akvøða á heimasíðuni hjá IHF nakrar tímar afturat.

Elias Ellefsen á Skipagøtu varð javnsettur HM-toppskjútti í U21-endaspælinum, og hann førdi eisini Føroyar til EM-endaspælið hjá teimum vaksnu við sínum avrikum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu varð javnsettur HM-toppskjútti í U21-endaspælinum, og hann førdi eisini Føroyar til EM-endaspælið hjá teimum vaksnu við sínum avrikum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-11 17:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Fyri serliga góð og merkisverd avrik í 2023, hevur Altjóða hondbóltssambandið, IHF, tilnevnt Elias Ellefsen á Skipagøtu til 2023 IHF Young Male World Player of the Year.

Soleiðis skrivaði heimasíðan hjá IHF fyri júst tveimum vikum síðani, tá tað varð kunngjørt, at Elias er tilnevndur til stóra heiðurin saman við Juri Knorr og Nils Lichtlein úr Týslandi.

Les meira: Elias í uppskoti sum heimsins besti ungi spælari

Tað eru áhugaði, ið avgerða hvør vinnur hetta heitið. Til ber at gera hetta á heimasíðuni hjá IHF fram til klokkan 23.59 í kvøld, mánadagin 11. mars

Atkvøðast kann HER. Tað einasta sum krevst fyri at trýsta á knøttin er at hava ein brúkara á heimasíðuni hjá IHF. Hetta tekur lítla tíð at stovna og gera virkið. Ein kann bert atkvøða einaferð við hvørjum brúkara.

[object Object]Av tí at talan er um ein IHF-heiður, so fylla avrikini hjá Eliasi á Skipagøtu í U21 HM-endaspælinum mest. Her sæst føroyski spælskiparin fegnast í Magdeburg eftir stóra sigurin á Spania - nummar 71 gjørdist javnsettur toppskjútti í kappingini, har Føroyar endaðu á 7. plássi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder