Mánadagin fara Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen, venjarar hjá ávikavist A-landsliðnum og U21-landsliðnum at kunngera hóparnar til landsliðsuppgávurnar í november.
Tvær stórar EM- og HM-uppgávur standa fyri framman, umframt tveir venjingardystir, tá landsliðini seinni í mánaðinum skulu í eldin aftur.
Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli í morgin, mánadagin 3. november klokkan 10, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Fyrst verður tað Ólavur Mikkelsen, ið fer at kunngera U21-hópin til dystirnar móti Ungarn og Frankaríki, og síðani fer Eyðun Klakstein at kunngera hópin hjá manslandsliðnum, ið skal møta Kroatia og Kasakstan.
Dystaskráin
13. nov. Ungarn – Føroyar (U21 / venjingardystur)
14. nov. Kroatia – Føroyar (A / HM undankappingardystur)
17. nov. Frankaríki – Føroyar (U21 / EM undankapping)
18. nov. Kasakstan – Føroyar (A / venjingardystur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald