Lille, Frakland (Portalurin): René Shaki Joensen avrikaði ógvuliga væl á sentrala miðvøllinum hjá KÍ í 3-0 tapinum í Lille.
30-ára gamli havnarmaðurin setur orð á brotsspørk, málmøguleikar, og tað at KÍ kundi fingið uppaftur meira burturúr í Evropa í ár.
- Man hugsar ikki so nógv um, um tað er oktober ella desember, tá man fær so stórar dystir(...) nú verður tó serliga gott við meira familjutíð, áðrenn vit vilja taka eitt stig víðari næsta ár.
Sí myndir frá dystinum her
Sí eisini: Video: Ógvuliga errin av mínum leikarum
Sí eisini: Jóannes: Tá upptúrarnir eru so stórir raka niðurtúrarnir hart
UEFA Europa Conference League, bólkur A
6. og seinasta umfar - í dag, hósdagin 14.12
LOSC Lille - KÍ 3-0 (1-0)
29' Yusuf Yazici, br. 1-0
87' Angel Gomes, br. 2-0
90(+5)' Edon Zhegrova, br. 3-0
Reyð kort: Jóannes Kalsø Danielsen (86') og Jákup Biskopstø Andreasen (90 +5')
KÍ (5-4-1): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal (59' Børge Petersen), Odmar Færø (59' Deni Pavlovic), Vegard Forren, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg (72' Ahmend Latif) - Sivert Gussiås (80' Páll Klettskarð)
Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana 1-2 (1-1)
Endaliga støðan í bólkinum
1. LOSC Lille 14 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. Olimpija Ljubljana 6 stig
4. KÍ 4 stig
Tvey tey ovastu liðini komu víðari
Sí eisini: Trý brotsspørk og 3-0 í síðstu royndini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald