Tveir dystir í Okkara-deildini vórðu leiktir seinnapartin.
Í Hoyvík var stórur spenningur, tá kyndilsmenn vóru á vitjan. Heimaliðið var omaná í 1. hálvleiki, og hevði eina tvey-máls leiðslu í steðginum. Kyndil kom tó nógv betri út aftur, og legði seg á odda 15-13, tá smáir tíggju minuttir vóru leiktir. Men so skoraðu teir grønu ikki í yvir eitt korter. Hoyvíkingar høvdu tó sín egna málturk uppá 12 minuttir, og Kyndil var við í dystinum heilt til endans. Sigurin hjá H71 var sera umráðandi fyri greipuvinnaran.
Í Vestmanna var eingin ivi. Heimaliðið var vælleikandi og hevði so gott sum avgjørt dystin nakað fyri hálvleik, og VÍF staðfesti sína støðu sum oddalið. Nógv mál vóru í dystinum, og stórskjúttarnir hjá liðunum báðum, Filip Jojic og Sámal á Tjaldrafløtti, vóru í hopla og skutu 20 mál tilsamans. Merkisvert var, at Levi Nybo var at síggja á Team Klaksvík-liðnum, og Jacob Jónsson var á venjarabonkinum.
Í gjár vann StÍF 18-17 í Kollafirði. Støðan var 6-5 í hálvleikinum.
Okkara-deildin:
H71 – Kyndil 18-17 (11-9)
Toppskjúttar: Rúni Vest Højgaard og Pætur Thomsen 4, David Edvardsen 7
VÍF – Team Klaksvík 35-23 (19-10)
Toppskúttar: Filip Jojic 11, Sámal á Tjaldrafløtti 9
Støðan:
1. VÍF 13 stig (8 dystir)
2. Kyndil 10 stig (9 dystir)
3. Neistin 10 stig (7 dystir)
4. H71 8 stig (7 dystir)
5. StÍF 6 stig (7 dystir)
6. KÍF 5 stig (8 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald