Hann var fastur 1. deildarspælari í Klaksvík, tá ÍF leigaði hann í summar. Silas Gaard spældi ellivu dystir fyri niðurflytaran, og vongurin skoraði eitt mál.
Tað var í síðsta umfari móti 07 Vestur á Dungasandi, og tað verður í Sørvági, at Silas Gaard næstu árini fer at hava heimavøll.
07 Vestur gjørdi í síðstu viku tvey-ára sáttmála við kvika klaksvíkingin.
Annars hevur 07 Vestur fingið Ara í Haraldsstovu Petersen aftur. KÍ leigar unga málverjan aftur til barndómsfelagið, og hann og Silas verða liðfelagarar aftur.
Sí tað sum 07 Vestur skrivar um sín nýggjasta spælara niðanfyri:
Evnaríkur spælari úr Klaksvík skrivar undir.
07 Vestur hevur gjørt sáttmála við 20 ára gamla Silas Gaard. Sáttmálin er galdandi í 2 ár.
Silas er uppvaksin í KÍ, har hann eisini hevur spælt vaksnamannafótbólt við 1. deild og í Betri deildini. Fyrstu ferð hann var við í byrjunaruppstillingini hjá KÍ var í 2022, tá ið hann var 18 ára gamal.
Faroesoccer hevur skrásett Silas fyri 23 dystir í bestu deildini og 61 í næstbestu deildini. Hann hevur eisini spælt dystir við U19 landsliðnum.
Í summar var Silas útleigaður til ÍF. Í næstseinasta umfari í ár, skoraði hann einasta málið hjá ÍF í dystinum móti okkum á Dungasandi. Hann fangaði bóltin næstan afturi í egnum 16-metri og rann einsamallur við bótinum allan vøllin, fyri síðani at skóta langskot í málið hjá okkum.
Tað er eisini í renningum og í ein móti einum, at Silas hevur sínar størstu styrkir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald