Hondbóltur

Sjey føroyingar á vøllinum á Frederiksberg

Ein rúgva av føroyskum landsliðsspælarum spæla í næstbestu donsku mansdeildini. Um vikuskiftið vóru spælarar á báðum liðum, umframt føroyskt dómarapar á Frederiksberg. Føroyingauppgerð var eisini í Aarhus.

Leivur Mortensen (FIF), Pauli Mittún(TSØ) og Jónas Gunnarsson Djurhuus (FIF) búgva allir á Oyrasundi og spæla í næstbestu donsku deildni - afturat lesnaðinum

Leivur Mortensen (FIF), Pauli Mittún(TSØ) og Jónas Gunnarsson Djurhuus (FIF) búgva allir á Oyrasundi og spæla í næstbestu donsku deildni - afturat lesnaðinum

2024-09-17 17:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra hjá FIF, ein hjá Lemvig-Thyborøn og teir báðir dómararnir. Sjey av teimum, sum vóru á vøllinum á Frederiksberg leygardagin, eru føroyingar. Allir hoyvíkingar uttan høgri bakkurin hjá Lemvig-Thyborøn - Kjartan Johansen er strandingur.

Umframt hetta vóru nógvir føroyingar á áskoðaraplássunum, tá FIF vann spenanndi dystin: 27-26 (12-12). Ungu hoyvíkingarnir Andrias Fríðuson Gaard og Høgni Fríðuson Gaard dømdu sín fyrsta dyst í næstbestu donsku deilini.

Sí eisini: - Ætla at døma í bestu donsku deildini og altjóða

Ein triðingur av málunum hjá FIF vóru føroyingamál: Jónas Gunnarson Djurhuus (5), Bogi Hansen (2) og vinstru vengurnir, ið býta spælitíðina millum sín, Leivur Mortensen og Janus Dam Djurhuus (eitt hvør)

Sí hagtøl á hbold.dk.

[object Object]
Andrias Fríðuson Gaard og Høgni Fríðuson Gaard dømdi sín fyrsta dyst í næstbestu donsku deildini um vikuskiftið. Ungu hoyvíkingarnir hava sett sær høg mál innan døming (Mynd: EHF)

[object Object]Kjartan Johansen er nýggjur í norðurjútska felagnum 

Kjartan Johansen royndi at gera sítt: Bakkurin varð næstbesti málskjútti hjá útiliðnum við fýra málum. Hetta tapið var ein smeitur hjá niðurflytarunum, sum royna at koma upp í bestu deildina beinanvegin aftur. Bæði FIF og Lemvig hava tvey stig fyri tvey umfør.

Sí støðuna her

HØJ er annað liðið, sum hevur fult stigatal fyri tvey umfør. Har er Pauli Jacobsen annar málverjin. Liðið úr Ølstykke hevur satsað nógv í summar og vil flyta upp við millum øðrum Hans Lindberg á liðnum.

[object Object]
Petur Krogh og Teis Horn Rasmussen kundu sunnudagin fegnast um sigur á Team Sydhavsøerne, sum eisini hevur tveir føroyskar á liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Aarhus HC, sum hevur Peter Bredsdorff Larsen í nevndini, ger eisini nógv fyri at koma í bestu deildina. Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh eru á liðnum, og skoraðu føroysku landsliðsspælararnir ávikavist trý og tvey mál í heimasigrinum á Team Sydhavsøerne.

Har spæla Pauli Mittún og Pætur Mikkjalsson. Pauli var toppskjútti hjá TSØ í Aarhus við seks málum.

Til ber at fylgja næstbestu donsku deildini tætt á appini "Tophåndbold" og á hbold.dk. Portalurin hevur eisini dagføringar inn í millum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder