Fyrr í dag vann Danmark sera sannførandi á Fraklandi. Týskland hevði fyrimun við heimavøllinum, tá norðmenn og týskarar í kvøld dystaust um seinna finaluplássi í HM. Í risastóru Barclaycard Arena í Hamborg vóru upp ímóti 15.000 mælskir týskir áskoðarir. Tað var upp til Norra at fáa teir at gerast stillar og einki at hava at fegnast um við seinasta bríksl. Og hetta eydnaðist til UG hjá Christian Berge og hansara liðið.
Týski verjuparturin hevur verið stóra styrkin hjá vertstjóðini í hesum endaspælinum. Vanliga hevur mótstøðuliðið skorað áleið 20 mál, og Andreas Wolff hevur gjørt sítt í málinum. Í kvøld skuldu týskararnir steðgað Sandor Sagosen og co. Men norska liðið megnaði við snildu at at loysa sera ágangandi verjuna upp í fleiri førum - serliga í 2. hálvleiki. Sagosen, ið varð kosin til heimsins besta hondbóltsleikara í 2018, fann ógvuliga væl sínar liðfelagar og skoraði sjálvur seks mál. Á hinum bakkinum var 21-ára gamli Magnus Abelvik Rød eisini í hopla og skoraði sjey mál. Hann noyddist tó út við skaða ímóti endanum.
Í álopspartinum haltaði tað nakað hjá Týsklandi. Bakketan hjá heimaliðnum hevði trupult við at fáa ferð á spælið, og nakrar tekniskar villur kostaði, tí sterka norska kontraspælið revsaði skjótt. Bergerud í norska málinum tók fá skot í dag, men hevði nakrar umráðandi bjarginar, tá dysturin skuldi avgerast. Tà tók Sagosen eisini ábyrgd, og týska liðið misti mótið. Týskland byrjaði annars dystin væl, og tað var ógvuliga javnt í 1. hálvleiki. Norra hevði tó eina tepra leiðslu fyri tað mesta og slepti henni ongantíð aftur.
Dysturin var merktur av nógvum útvísingum. Serliga í 1. hálvleiki, og serliga til týskararnar, ið spældu hart og kontant. Hendrik Pekeler fekk miðskeiðis í 2. hálvleiki sína triðju útvísing og harvið reytt kort. Wolff varð tikin út fyri Heinevetter miðskeiðis í 1. hálvleiki, og hetta tyktist heldur løgið.
Týskland megnaði ikki at náa finaluni, og eins og fyri tveimum árum síðani skal Norra spæla HM-finalu ímóti einari vertstjóðini. Tà gjørdist talan um greitt tap í Fraklandi. Hvørki Danmark ella Norra hava vunnið HM áður. Finalan verður leikt í Herning klokkan 16.30 sunnudagin.
Les eisini: Danska álopsmaskinan knústi Frakland
Norra - Týskland 31-25 (14-12)
Dagsins leikari: Bjarne Myrhol
Hondbóltur
Skandinavisk finala fyri framman
Norra basti týsku vertunum í Hamburg og er fyri aðru ferð á rað í HM-finaluni.
Sander Sagosen var við at føra Norra til sigurs yvir Týsklandi í hálvfinaluni í kvøld
2019-01-25 21:12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald