Annað

Skatari av føroyskari ætt kiksaði allar tríggjar royndirnar

Viktor Solmundi er ommusonur føroyska prestin Lisbeth Solmunde Michelsen.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-08-07 13:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bara 16 ára gamli Viktor var stóra vónin hjá Danmark í olympisku skataraparkini í Paris í dag.

Hann er eitt stórt talent á rennifjøl, og megnaði at koma til olympisku leikirnar, hóast hann enn ikki er byrjaður á miðnámi.

[object Object](Mynd: DR)

Og so er hann av føroyskari ætt. Viktor eitur Solmunde til eftirnavn (Solmundi er sum kunnugt danska heitið fyri bygdina Søldarfjørður), og er ommusonur føroyska prestin Lisbeth Solmunde Michelsen, sum eitt skifti var sóknarprestur í Hvalba, men seinastu árini hevur virkað og búð í Aalborg.

Viktor hevur staðið á rennifjøl síðan hann var 7 ára gamal. Kynstrini sum skatari menti hann í Belgia, hagar hann flutti við foreldrum sínum sum 9 ára gamal. Í 2018 flutti Viktor aftur til Danmarkar, og er síðan vorðin partur av danska landsliðnum í skateboarding, og hevur vunnið fleiri meistaraheitir og altjóða kappingar.

Fyrrapartin var hann ein av 22 luttakarum í innleiðandi OL-kappingini í Paris í greinini, sum eitur ‘park’. Her verður runnið í serbygdum skálum við ymsum elementum at brúka til av vísa síni kynstur.

Skatararnir fingu tríggjar royndir fyri at fáa so høg met sum gjørligt fyri at koma víðari í finaluna, sum verður í kvøld. Men allar tríggjar royndirnar hjá Viktor miseydnaðust. Hann megnaði at vísa hvør dugur er í honum, men tvær tær fyrstu ferðirnar kiksaði hann eitt trupult lop, har tað ikki eydnaðist honum at lenda á renniborðinum aftur. Í triðju og seinatu royndini gjørdist royndin enn styttri.

Harvið er OL liðugt fyri 16 ára gamla danan av føroyskari ætt. Men hann er ungur og hevur tíðina fyri sær. 

Myndir EPA


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder