Fótbóltur

Skifta bý í dag

Landsliðið sleikir sárini eftir 3-1 tapið móti Kroatia í gjár. Í dag verður koyrt til Rovinj, nærhendis Pula, har venjingardystur móti Kasakstan verður spældur týsdagin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-15 10:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska A-landsliðið í fótbólti spældi í gjár fyri møguleikanum - um enn evarska lítla - at spæla seg víðari til HM-endaspælið.

Tað eydnaðist ikki, tí føroyskur sigur skuldi til, samstundis sum Gibraltar vinnur móti Kekkia týsdagin. Mál fingu vit, men stig kom ikki á kontuna, og harvið brast dreymurin og HM-undankappingin er eisini av.

Les eisini: Endaði heldur keðiligt í Kroatia

Landsliðið sleikir í dag sárini og fer um middagsleitið við bussi til býin Rovinj, har hildið verður til næstu dagarnar. Týsdagin verður venjingardystur spældur í býnum Pula, nærhendis Rovinj.

Hóast undankappingin er av, er krav í mun til sjónvarpsrættindi, at Føroyar skulu spæla ein venjingardyst. Hann verður móti Kasakstan á Aldo Drosina Stadion í Pula týsdagin klokkan 17.

Føroyska manslandsliðið hevur fýra ferðir áður møtt Kasakstan. Í 2003 vóru tveir venjingardystir á skránni, sum báðir endaðu við sigri til Føroyar, og í undankappingini til HM 2014 møttu vit teimum aftur. Kasakar vunnu 2-1 á heimavølli, meðan Hallur Hansson syrgdi fyri, at dysturin á Tórsvølli endaði 1-1.

Portalurin og FM1 eru framvegis við á ferðini og næstu dagarnar verður ymiskt tilfar at síggja, hoyra og lesa. Dysturin týsdagin verður eisini útvarpaður beinleiðis á FM1.

--

--


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder