Aftur í ár skipar Havnar Badmintonfelag fyri Badmintonskúla fyri yngri leikarum.
Árins Badmintonskúli byrjar mikudagin 28. juni og endar fríggjadagin 30. juni. Skúlin er fyri børn í aldrinum 7 til 15 ár.
– Dentur verður lagdur á tríggjar hendingaríkar dagar við góðari samveru, spølumog dyggari badmintonvenjing. Badmintonskúlin er bæði fyri royndar leikarar og nýbyrjarar. Hvør dagur verður býttur sundur í innan- og uttanduraspæl. So neyðugt er at hava innandura og uttandura skógvar/ítróttarklæðir við. Liðini verða samansett eftir aldri og styrki, so øll kunnu vera við, skrivar Havnar Badmintonfelag í tíðindaskrivi.
– Børnini fara at venja antin fyrrapartar ella seinnapartar.
Morgunliðið er frá klokkan 9.00 til 12.00, og seinnapartsliðið frá klokkan 12.30 til 15.30.
Í ár eru tað Magnus Dal-Christiansen, Benjamin Gunnarstein og Mariann Øster, ið eru høvuðsvenjarar á Badmintonskúlanum. Afturat sær hava tey fleiri dugnaligar hjálparvenjarar.
Freistin at melda seg til Badmintonskúlan er mikudagin 14. juni.
Nærri kunning er at síggja á Facebook-síðuni hjá Havnar Badmintonfelag og hjá Badmintonsambandi Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald