Fyrst helt Kishane Thompson úr Jamaika, at hann hevði vunnið gull, men eftir bíðitíð í eina løtu, vísti málmyndin, at amerikanarin Noah Lyles var komin um málstrikuna fimm túsundapartar av einum sekundi skjótari.
Hin jamaika-maðurin í OL-finaluni, Oblique Seville, gjørdist síðsti maður um málstrikuna, men tíðin hjá honum, 9,91 sekund, hevði verið nóg mikið til eitt fjórðapláss til OL í Tokyo, og tann sama, sum gav bronsuheiðursmerki í 2016.
Tann tíðin var við til at gera hesa finaluna til ta skjótastu nakrantíð, tá tað er fyrstu ferð, at allir rennararnir í somu kapping runnu undir 10 sekund.
Úrslitið gjørdist hetta:
1. Noah Lyles, USA, 9,784 (persónigt met)
2. Kishane Thompson, Jamaika, 9,789
3. Fred Kerley, USA, 9,81 (ársbesta)
4. Akani Simbine, Suðurafrika, 9,82 (tjóðarmet)
5. Lamont Marcell Jacobs, Italia, 9,85 (ársbesta)
6. Letsile Tebogo, Botswana, 9,86 (tjóðarmet)
7. Kenneth Bednarek, USA, 9,88
8. Oblique Seville, Jamaika, 9,91
Noah Lyles, longst til vinstru (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald