Annað

Skulu finna nýggjan IOC-forseta í mars

Thomas Bach, sum hevur verið IOC-forseti síðan 2013, ætlar sær ikki at stilla uppaftur, tá valskeið hansara endar næsta ár.

Thomas Bach hevur verið IOC forseti síðan 2013 (Mynd: EPA)

Thomas Bach hevur verið IOC forseti síðan 2013 (Mynd: EPA)

2024-08-11 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Næsta ár skal Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) velja nýggjan forseta.

Valskeiðið hjá 70 ára gamli týskaranum Thomas Bach, sum hevur verið forseti síðan 2013, endar nevniliga næsta summar, og um vikuskiftið gjørdi hann greitt, at hann ongar ætlanir hevur um at stilla uppaftur.

Ein IOC-forseti kann sita í tilsamans 12 ár - fyrst verður hann valdur fyri átta ár, og síðani kann hann verða afturvaldur eina ferð í fýra ár afturat. Men í fjør varð tosað um møguleikan at broyta samtyktina fyri Olympisku Leikirnar, so Bach kundi halda fram, men líkt er nú til, at tað verður av ongum.

– Eg eri komin til ta niðurstøðu, at eg ikki eigi at fáa longt mítt mandat, sigur Thomas Bach og leggur afturat, at "tað er tað besta fyri olympisku rørsluna".

Sambært BBC skal ein nýggjur forseti finnast í mars 2025, og nýggi forsetin byrjar í embætinum í juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder