Hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum snýr tað seg um at vinna samanlagt yvir tveir dystir í Kosovo fyri at fáa rættin at spæla í einum øðrum play-off í apríl næsta ár.
Tað er góður møguleiki til tess; íhvussu er um hugt verður eftir oddsunum hjá nógvum veddingarfyritøkum. Hjá teimum allarflestu liggur tað ímillum odds 1,30 og 1,38. Hinvegin gevur ein sigur til heimaliðið í kvøld peningin meira enn fýra ferðir aftur.
Hondbóltssamandið ger tó á Facebook-síðu sínari seinnapartin, at talan er um sterkari mótsstøðu enn hetta.
- Veddingarfyritøkurnar hava Føroyar sum favoritt, men er talan um eitt kosovoianskt lið, sum er styrknað í seinastuni, tá onkur lyklaleikari, sum hevur verið burtur frá liðnum í eina tíð nú er við aftur. Kosovo hevur fleiri leikarar, sum spæla í m.a. donsku, sveisisku og týsku liguni.
Annars skrivar Hondbóltssambandið, at føroysku kvinnurnar hava havt seinastu venjingina undan dystinum móti Kosovo í kvøld, at liðið er væl fyrireikað, og og at allir leikarar eru klárir.
Føroyar hava eitt ungt landslið, og millum annað 18-ára gamla Maria Pálsdóttir Nólsoy er við í Kosovo. Turið Arge Samuelsen er ikki tøk hesuferð.
Dysturin í býnum Istog byrjar klokkan 18.30 føroyska tíð. Heimasíðan hjá Kringvarpinum stroymir dystin.
Hópurin hjá Føroyum til dystin móti Íslandi á Skála leygarkvøldið. Dagin eftir spældu liðini í Klaksvík. Í báðum førum vann Ísland við fimm málum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald