Fótbóltur

Skulu møguliga handfara Haaland - men helst ikki Ødegaard

Liðformaðurin hjá Arsenal er úttikin til venjingardystin móti Føroyum í næstu viku men hevur bert spælt eitt korter síðstu fýra dystirnar. Mjødnin darvar norska liðformannin.

2023-11-09 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin tók Håkan Ericson føroyska landsliðshópin út til uppgávurnar móti Noreg og Albania í næstum. Tann fyrri dysturin er venjingardystur, og tann seinni er seinasti EM-undankappardysturin í hesari undankappingini.

Sí eisini: 
Adrian er aftur á a-landsliðnum
Skulu royna at enda árið væl

Noreg hevur eisini ein á pappírinum týdningarleysan undankappingardyst nakrar dagar eftir venjingardystin í Oslo. Liðið hjá Ståle Solbakken hevur ikki EM-lagnuna í egnum hondum nú, men kann fáa eyka møguleika í Nations League play-off, um fleiri úrslit fella til fyrimuns fyri Noreg.

Harvið er stórur vandi fyri enn einum endaspæli uttan ein av allarbestu áleyparunum í heiminum - um ikki tí besta - og einum øðrum stórum profili í Premier League, sum er liðformaður og lyklaspælari hjá liði í oddinum.

Erling Braut Håland og Martin Ødegaard eru stóru stjørnurnar hjá Noreg. Håland skoraði tvey mál fyri Manchester City í Champions League í vikuni, og tað eru góð sannlíkindi fyri, at føroysku verjuspælararnir sleppa at royna seg ímóti honum næsta hósdag.

[object Object]
Erling Braut Håland kom brestandi inn í enskan fótbólt í fjør og vann The Treble við Manchester City (Mynd: EPA)

Við Ødegaard er tað nógv meira ivasamt. Seinastu fýra dystirnar fyri Arsenal hevur hann bert spælt samanlagt 15 minuttir - allar sum innskiftari í League Cup-dystinum móti West Ham, tá álopskendi miðvallarin skoraði. 

Mikel Arteta og Arsenal vilja ikki siga nógv um hansara støðu, men tað er sum skilst mjødnin, ið darvar Martin Ødegaard. Solbakken tók hann tó út týsdagin, har hann eisini viðgekk, at tað er ikki greitt um liðformaðurin verður til reiðar at spæla í næstu viku. - Hann er ógvuliga ivasamur.

Norski hópurin: 

Málverjar: Mathias Dyngeland, Ørjan Håskjold Nyland, Egil Selvik

Verjuspælarar: Stefan Strandberg, Kristoffer Ajer, Stian Gregersen, Marcus Holmgren Pedersen, David Wolfe, Fredrik Bjørkan, Leo Skiri Østigård

Miðvallarar: Fredrik Aursnes, Patrick Berg, Sander Berge, Oscar Bobb, Antonio Nusa, Osame Sahraoui, Ola Solbakken, Kristian Thorstvedt, Hugo Vetlesen, Martin Ødegaard

Áleyparar: Bård Finne, Erling Braut Haaland, Jørgen Strand Larsen, Alexander Sørloth

Føroyar og Noreg spæla á Ullevaal hósdagin 16. november. Fýra dagar seinni, mánadagin 20. november, er Albania á skránni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder