Fótbóltur

Skulu royna at skriva søgu móti Slovenia

HM-hálvfinalupláss er uppá spæl í Póllandi klokkan 20. Portalurin er á staðnum og dagførir støðuna og lýsir hana við teksti og myndum. Dysturin kann síggjast á handball-globe.tv fyri eitt gjald.

Føroyingar hava nú glett seg til stóra dystin móti Slovenia (Mynd: Kolektiff/IHF)

Føroyingar hava nú glett seg til stóra dystin móti Slovenia (Mynd: Kolektiff/IHF)

2025-06-26 14:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Portalurin (Pólland): Fyri triðju ferð á rað skal eitt føroyskt ungdómslandslið á manssíðuni spæla eina HM-fjórðingsfinalu.

Sí eisini: Triðja HM-fjórðingsfinalan á rað

Tað gekk ikki hjá U21, og tað gekk heldur ikki hjá U19 í 2023. Nú hava teir í 04- og 05-árgangunum tó á flottan hátt vunnið seg í topp-átta aftur.

Hjalti Mohr Jacobsen, venjari:  - Sjálvandi merkja vit týdningin og áhugan, men eg síggi tað sum um, at vit eru tað fyrsta føroyska landsliðið, sum tvær ferðir er komið í eina fjórðingsfinalu. Tað er ein sigur í sær sjálvum. Har er eitt ávíst trýst, men vit hava ein møguleika móti Slovenia og spælarar, ið hava roynt nógv ymiskt.

Óli Mittún: -"Tredje gang er lykkens gang"

Sí og hoyr eisini: 
Óli eftir Frakland: - Skilji næstan ikki hvussu vit vunnu-hetta--men-vit standa saman

Hjalti: - Hava royndirnar undir trýsti

[object Object]
Ein úthvíldur HM-toppskjútti (Mynd: Kolektiff/IHF)

Júst Óli Mittún burdi verið púra úthvíldur, eins og Ísak Vedelsbøl. A-landsliðsspælararnir hava ikki spælt síðani tíðliga mánakvøldið. Teir skulu avrika væl, um Føroyar skulu í hálvfinaluna.

Aðrir, ið hava spælt heilt nógv í kappingini, hava eisini fingið hvi at hvílt seg rímiliga nógv eftir dystin móti Fraklandi. Talan er eisini um eitt føroyskt lið, har nógvir tykjast hvassir.

Væntað verður at Slovenia kemur við einum álopsspæli, sum á ymsan hátt líkist tí føroyska. Teir hava snildar og kvikar bakspælarar - millum ein 17-ára gamlan úrmæling - og sterkar strikuspælarar.

Slovenia hevur ikki tapt í HM-endaspælinum og stenur sum lítil favorittur hjá veddingarfyritøkunum í kvøld. Hetta verður tó truplasti dysturin hjá slovenum higartil í kappingini: Eitt úthvílt føroyskt lið við svongd og søguligum møguleika: Vinna Føroyar í kvøld, so verður í minsta lagi ein dystur um HM-heiðursmerki sunnudagin.

Føroyar og Slovenia spæla í kvøld, hósdagin 26. juni, klokkan 20. Vinnarin skal spæla hálvfinalu fríggjakvøldið - móti Portugal ella Egyptalandi.

--------------------------------------------------------

U21 HM-fjórðingsfinalur

Í morgin, hósdagin 26. juni

17:30: Portugal - Egyptaland (Arena Sosnowiec)

17.30: Týskland - Svøríki (Arena Katowice)

20.00: Føroyar - Slovenia (Arena Sosnowiec)

20.00: Danmark - Noreg (Arena Katowice)

Les eisini: Fýra Norðurlond í fjórðingsfinaluni - Spania er úti

Atgongd til dystin í dag kann keypast her - fyri umleið 60 krónur

Dysturin sæst eisini á stórskíggja í Vágsbotni - umframt millum annað eisini í skúlanum við streymin og á Eiði

----------------------------------------------

Um ein ikki vil í gongd við stroyming - ella vil hava okkurt annað samstundis - ber til at fylgja við beinleiðis bloggi her á Portalinum, sum í kvøld eisini fer at hava myndir, meðan dysturin er í gongd. Eisini ber til at fylgja við á livescore tænastuni ovast á forsíðuni á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder