Hondbóltur

Skulu royna at sløkkja íslendsku vónina og seta seg sjálvar í dreymastøðu

Føroysku U21 menninir spæla longu aftur klokkan 10.45. Dysturin kann - vónandi - stroymast við góðari góðsku. Portalurin verður eisini í høllini til spennandi grannauppgerðina og hava vit millum annað blogg.

Rókur Ziskason, sum spældi ein ógvuliga góðan dyst, fegnast her um góða atgerð í 33-28 sigrinum á Norðurmakedónia í gjár. Nú snýr tað seg um eina mótstøðu, sum Rókur og hinir kenna heilt væl: Ísland (Mynd: IHF/Kolektiff)

Rókur Ziskason, sum spældi ein ógvuliga góðan dyst, fegnast her um góða atgerð í 33-28 sigrinum á Norðurmakedónia í gjár. Nú snýr tað seg um eina mótstøðu, sum Rókur og hinir kenna heilt væl: Ísland (Mynd: IHF/Kolektiff)

2025-06-19 08:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Póllandi (Portalurin): - Tað er trupult. Menn eru ikki vanir við, at tað er so tætt millum dystirnar, tá man verður so mikið vaksin. Tað snýr seg um at takkla tað rætt nú: Millum annað fáa ís á og restituera.

Soleiðis segði Hjalti Mohr Jacobsen við Portalin eftir sigurin á Norðurmakedónia seinnapartin í gjár. Tá vóru bert umleið tjúgu tímar til næstu HM-uppgávuna, sum er Ísland. Suverni toppskjúttin í gjár, Óli Mittún, tosaði eisini um ís og at eta rætt.

Sí eisini: Óli og Torstein stórfegnast um tvey stig. - Nú snýr tað seg um ísbað og annað

[object Object]

[object Object]
Myndir: IHF/Kolektiff

Í hesum ungdómsendaspølunum er onkutíð heilt tætt millum dystirnar. Hesaferð hava føroyingar tann vansan, at tað er ógvuliga stutt millum tveir dystir móti liðum, sum enaðu í topp-10 í Evropa í fjør. Íslendingar hava havt longri hvílitíð. Hinvegin spældu Føroyar 7 móti 6 so at siga allatíðinga í gjár og koma eisini til "grannauppgerðina" í dag við hægri sjálvsáliti

- Í mun til okkum, so kemur Ísland við ongum stigi. Íslendingar fara at koma við øllum, sum teir hava. Tað fara vit tó eisini, og vit skulu bara royna at tryggja okkum plássið víðari so skjótt sum gjørligt. Og uppaftur betri er, um tað eydnast at fáa fult stigatal í bólkinum - so fær man so nógv stig víðari sum gjørligt.

Hetta segði Óla Jákup Gaard Olsen við Portalin í Póllandi í gjár. Hann skoraði seks mál av høgra vongi, og hansara útsagnir siga sítt um, at føroyingararnir hugsa longur enn bólkaspælið í hesari heimsmeistarastevnuni. Um man endar við fullum stigatalið, so er tað heilt víst, at liðið fær tvey stig víðari til meginumfarið, og tað kann hava stóran týdning.

Sí eisini: - Tað snúði seg at halda høvið kalt

Síðani góða 33-28 sigurin í gjár hava føroyingar tó bert hugsavna seg um eitt: Dystin móti Íslandi. Tað er einki landslið, sum 04'ararnir og 05'ararnir hjá Føroyum kenna betri. Føroyar og Ísland hava ofta spælt venjingardystir móti hvørjum øðrum og eisini um 9. plássið til EM fyri U18 í 2022. Tá vunnu Føroyar, og hava føroyingar eisini vunnið flestu innanhýsis uppgerðirnar millum "brøðratjórðirnar".

Ísland er uttan nakrar lykalaspælarar - millum annað bakkin Reynir Stefansson sum er skftur til Melsungen í Bundesliguni. Ísak Vedelsbøl beklaði í gjár og hevði pínu og annað eftir dystin, men føroyski liðformaðurin ætlar at spæla týðandi dystin í dag: Ein sigur kann møguliga senda Føroyar víðari í HM.

HF fer í morgin at gera eina roynd at stroyma á ordiligan hátt - dysturin sæst eftir ætlan her. Annars verður Portalurin aftur í høllini í Katowice og fylgir tingunum tætt.

U21 HM 2025 - bólkur F, 2. umfar
Mikudagin 18. juni, Arena Katowice
10.45: Føroyar - Ísland

13.00: Norðurmakedónia - Rumenia

Støðan eftir 1. umfar:
1. Føroyar 2 stig
2. Rumenia 2 stig
3. Ísland 0 stig
4. Norðurmakedónia 0 stig

Tvey lið koma víðari úr bólkinum til meginumfarið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder