Føroyska kvinnulandsliðini er í løtuni í Finnlandi. Sum liður í fyririreikingunum til EM-undankappingina, ið byrjar í heyst, spæla Føroyar tveir venjingardystir móti Finnlandi.
Tann fyrri var í gjár, og har sást hví Føroyar eru styrkismettar nakað omanfyri Finnland. Munurin í serliga seinna hálvleiki var greiður. Hetta sást, og tað var eisini nakað, ið lokalu viðmerkjararnir fleri ferðir settu orð á: Føroyska spælið var skjótari og meira sannførandi, og kviku rørslurnar hjá føroysku spælarunum góvu finsku verjuni høvuðbrýggj.
Samstundis var meira máttur í føroyska verjuspælinum, og málverjarnir - ið báðar eru í hópum hjá liðum í bestu donsku deildini - stóðu á hægri støði enn tær finsku. Fleiri á finska liðnum eru í bestu svensku deildini - nakrar í tí næstbestu.
Føroyska liðið hevði tað mesta av dystinum heilt gott tak á tí finska (Mynd: HSF)
Samanumtikið var ein munur á tíggju mál ein fín mynd uppá dystin. Hetta er áhugavert, tí Føroyar vunnu fyri 22 mánaðum síðani við tveimum málum, tá liðini hittust í Høllini á Hálsi til HM-undankappingardyst. Tað vil siga átta mál betri nú enn í 2021, og tá skal eisini havast í huga, at føroyska liðið manglar spælarar - millum annað Turið Arge Samuelsen.
Um føroysku kvinnurnar av álvara skulu spæla við um at koma til EM 2024, so krevst at Føroyar í øllum førum koppa liðnum, sum er styrkismett undir (Føroyar verða í styrkisbólki trý út av fýra). Dystirnir í Finnlandi geva góða venjing og fingramerki um, hvat skal til.
Finnur Hansson og ítróttarstjórin Mark Lausen-Marcher, ið fyribils er partur av venjaratoyminum, hava sæð fleiri ting, sum teir kunnu brúka. Í mun til betring, so kunnu millum annað nakrar tekniskar villur lúkast burtur, og tað eru helst ymiskir smálutir, ið arbeitt hevur verið við fram til dystin í dag. Allar í hópinum vóru í spæl í gjár, og væntast kann at soleiðis verður eisini í dag.
16.00: Finnland - Føroyar (Seinni venjingardystur)
Mikudagin 5. apríl
Stroyming: handis.tv
Tølini fyri dystin í gjár síggjast niðanfyri:
Venjingardystur
Týsdagin 4. apríl, Helsinki
Finnland - Føroyar 25-35 (12-16)
5 min: 2-3
10 min: 4-4
15 min: 8-7
25 min: 9-13
40 min: 16-21
45 min: 18-25
50 min: 22-27
55 min: 24-32
Súna Krossteig Hansen 8 (2)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 6
Rannvá Olsen 6
Ingibjørg Olsen 3
Jana Mittún 3
Sonja Sirdal á Bergi 3
Guðrið á Borg 1
Pernille Brandenborg 1
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1 (1)
Natasja Hammer 1
Elsa Egholm 1
Brynhild Pálsdóttir 1
Vár B. Zachariasen og Brynja Høj spældu eisini. Teir høvdu týðandi leiklut - serliga í miðverjuni
Dagsins spælari: Súna Krossteig Hansen
Annika Fríðheim Petersen 11
Rakul Wardum 7
Føroyar 3
Les eisini: Flottur føroyskur sigur í Finnlandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald