Hondbóltur

Skulu spæla móti Kroatia í síðsta HM-dystinum

Áttandi dysturin í Týsklandi verður móti nýggjum mótstøðuliði. Føroyar og Kroatia spæla um 7. plássið klokkan 9 í morginárini.

02 og 03-árgangirnir takka fyri seg í U21-høpi við dysti um 7. plássi í HM-endaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)

02 og 03-árgangirnir takka fyri seg í U21-høpi við dysti um 7. plássi í HM-endaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-01 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) - Seinasti dansurin hjá árgangunum, við so góðum úrslitum í ungdómshondbólti, verður í Max Schmeling Halle í morginárini.

Málið var at spæla um heiðursmerki hetta vikuskifti, men tað eydnaðist ikki at basa Serbia í fjórðingsfinaluni. Føroyar taptu eisini við trimum málum fyri Danmark fyrrapartin, og hetta merkir, at føroyska U21-landsliðið skal stríðast um 7. plássið í morgin. Teir hava víst seg so væl fram í hesari kappingini, og vilja enda væl í seinasta dystinum.

Sí eisini: 
Mark Lausen-Marcher: Samanumtikið skuldu vit vunnið dystin
Pauli: Halda ikki høvdið kalt í avgerandi støðum
Bjarni: Nøkur dýr skot moti endanum kosta
Ísak: Ræðuliga strævið at jagstra teir allatíðina
HM: Kunnu nú ikki enda í topp-fimm

Hendan uppgávan verður móti Kroatia, sum fyri lítlari løtu síðani tapti 36-32 fyri Portugal. Danmark og Portugal spæla um 5. plássið.

Seinni í dag vera hálvfinalurnar her í Berlin. Ísland skal stríðast móti krútsterku ungarunum, og vertirnir taka ímóti okkara banamonnum, Serbia.

[object Object]
Portugal, sum Føroyar bastu mánadagin, skoraði heilir 36 ferðir móti Kroatia í dag. Bjarni í Selvindi skoraði fimm ferðir móti Danmark í dag - tað er hugsandi, at Føroyar spæla við heldur øðrvísi manning í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

HM-endaspæl fyri U21 menn 2023 - um 7. pláss
Max Schmeling Halle - í morgin, sunnudagin 02.07

09.00: Føroyar - Kroatia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder