Hondbóltur

Skulu spæla týðandi undankappingardystir móti Luksemborg

Føroysku kvinnurnar vitja í Luksemborg síðst í februar og taka ímóti sama liðið í Høllini á Hálsi 3. mars. Atgongumerki til heimadystin eru nú til sølu.

Turið Arge Sameulsen í dystinum móti Íslandi í oktober. Skjótt skulu Føroyar royna seg móti Luksemborg (Mynd: Jens Kr. Vang)

Turið Arge Sameulsen í dystinum móti Íslandi í oktober. Skjótt skulu Føroyar royna seg móti Luksemborg (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-01 12:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar byrjaðu undankappingini í oktober við tapum móti Svøríki og Íslandi. Føroyska liðið var væl í fyrra hálvleiki í Svøríki og á odda í steðginum á heimavølli í Íslandi, umframt at tað leikaði javnt á til heilt ímóti endanum.

Talan er um eitt í høvuðsheitinum ungt lið, men málið er at veruliga spæla við um pláss til EM-endaspælið, ið verður í desember. 

Hetta letur seg enn gera, og Føroyar hava góðan møguleika at fáa stig um næsta mánaðarskifti. Tveir dystir eru á skránni móti Luksemborg, sum er lægst styrkismett í bólkinum. Luksemborg hevur tapt stórt móti Svøríki og Íslandi, og nú skulu Føroyar royna at fáa stig móti teimum.

Tað er helst eitt krav at vinna hesar báðar dystirnar fyri at hava góðan møguleika at koma víðari. Nummar eitt og tvey í bólkinum koma beinleiðis víðari til EM. Fýra teir bestu av teimum átta trý'arunum í undankappingini koma eisini við.

[object Object]
Støðan í løtuni - mótsstøðuliðini um mánaðarskifti í Luksemborg og í Havn hava einki stig enn (Skíggjamynd)

Fyrri dysturin verður í Luksemborg mikudagin 28. februar klokkan 17.45. Sunnudagin 3. mars klokkan 17 taka Føroyar ímóti Luksemborg í Høllini á Hálsi. 

Atgongumerki til heimadystin eru sett til sølu - tað boðar Hondbóltssamband Føroya frá í dag. Eisini ber til at keypa atgongumerki til dystin júst ein mánaða seinni, 3. apríl, tá Svøríki vitjar. Hetta er á atgongumerki.fo.

EM-undankapping, bólkur 7
3. umfar - mikudagin 28. februar
Luksemborg - Føroyar

4. umfar - sunnudagin 3. februar
Føroyar - Luksemborg

Atgongumerki kunnu keypast her

[object Object]
Føroyar mistu tamarhaldið á dystinum móti Íslandi seinastu løtuna, men annars spældu okkara fult upp ímóti (Mynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder