Fótbóltur

Skulu taka av á Tórsvølli

Føroyar eru ósigraðar seinastu tríggjar heimadystirnar og kunnu nú gera sina støðu í bólkinum betri. Andorra hevur ongantíð skorað móti Føroyum.

Fyri aðru ferð uppá fýra dagar spæla Føroyar Nations League-dyst á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Fyri aðru ferð uppá fýra dagar spæla Føroyar Nations League-dyst á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-13 16:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra ferðir hava londini spælt móti hvør øðrum á A-landsliðsstøði hjá monnum. Føroyar hava vunnið tveir av hesum dystunum - annan á Tórsvølli í 2017 og hin í september í Andorra - og í báðum førunum hevur úrslitið verið 1-0. Tvær ferðir hava Føroyar og Andorra spælt málleysan javnleik. Fyrru ferð var í venjingardysti í Spania í 2000 og seinnu ferð var í HM-undankappingardysti í Andorra í 2017, tá Jóan Símun Edmundsson fekk reytt kort. Harvið hava Føroyar ongantíð tapt móti Andorra, og ikki eingongd eitt mál er latið inn.

Soleiðis segði Brandur Hendriksson í gjár

Andorra hevur bert latið ta eina málið inn í Nations League. 1-0 ósigurin er komin ímillum málleysar javnleikir í Lettlandi og móti Malta. Håkan Ericson og føroysku leikararnir, millum annað Brandur Hendriksson, hava verið inni á, at hóast Andorra er veikasta liðið i bólkinum á pappírinum, so er kvøldsins mótstøðulið tað, sum er torførast at skapa málmøguleikar ímóti. Higartil eru Klæmint Andrasson Olsen og Gilli Rólantsson Sørensen føroysku málskjúttarnir móti Andorra - spurningurin er, um teir ella onkur annar/onkrir aðrir traðka til í kvøld á Tórsvølli.

Júst á Tórsvølli eru føroyingar í einum fínum stima. Seinstu tríggjar dystirnar í Tórshavn hava føroyingarnir ikki tapt. Talan hevur verið um eitt-máls sigrar á Malta, ein í seinasta EM undankappingardystinum í fjør og hin í fyrsta Nations League dystinum í heyst, og so ein javleik móti Lettlandi.

Tað eru bert tríggir dagar síðani tann dystin, og hóast tað er ein ávís møði á føroyska liðnum, so er motivatiónin helst stór til at fáa ein heimasigur og at gera støðuna í bólkinum betri. Føroyar hava sjey stig fyri tríggjar dystir og eru tað einasta liðið, sum hava vunnið higartil. Lettland og Malta, ið hittast í Riga í kvøld, hava ávíkavist trý og tvey stig. Harvið verða Føroyar í minsta lagi á odda við fýra stigum eftir fýra umfar, um liðið hjá Håkani Ericson vinnur á Andorra, ið hevur tvey stig. Um tað endar við javnleiki í Lettlandi - tann dysturin byrjar nú klokkan 17 - og Føroyar vinna, er 1. plássið so gott sum tryggjað.

Vit verða til staðar á Tórsvølli i kvøld. Vit dagføra frá dystinun, hava myndir, og gera samrøður og taka samanum eftir dystin.

UEFA Nations League deild D

Týsdagin 13/10: 

19.45: Føroyar - Andorra

17.00: Lettland - Malta

Støðan eftir 3. umfar:

1. Føroyar (7 stig)
2. Lettland (3 stig)
3. Malta (2 stig)
4. Andorra (2 stig)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder