Tað er nú greitt, hvussu liðini skulu spæla ímóti hvørjum øðrum í fjórðingsfinalunum í Champions League:
Ajax - Juventus
Liverpool - Porto
Tottenham Hotspur - Manchester City
Manchester United - Barcelona
Juventus, Liverpool, City og Barcelona eru favorittar í uppgerðunum, men tað hevur longu víst seg nakrar ferðir í ársins kapping, at alt kann henda.
Les eisini: Fýra rímiliga greiðir favorittar í fjórðingsfinalunum
Um hugt verður eftir tí søguliga, so hava seks av teimum liðunum vunnið kappingina, og tey hava øll vunnið tvær ferðir ella meira: Juventus og Porto tvær ferðir, United tríggar ferðir, Ajax fýra ferðir og Barcelona og Liverpool heili fimm ferðir.
Tottenham og City, ið hittast, eru tey nýggju í samanhanginum. Hetta er bert aðru ferð, at Tottenham er í einari Champions League fjórðingsfinalu, men felagið hevur tó vunnið trý evropeisk steyp. Hóast nógvar pengar og framgongd hevur City ikki nátt finaluna í kappingini enn; ein hálvfinala er tað vorðið til, men tað er ymiskt sum bendir á, at liðið hjá Guardiola er til reiðar nú.
- Ajax og Juventus hava leikt tvær finalur í kappingini. Í 1973 vann hollendska liðið kappingina fyri triðju ferð á rað eftir 1-0 sigur á italienska felagnum. Juventus vann kappingina fyri aðru ferð í 1996 eftir brotssparkskapping í Rom. Hetta forðaði spennandi Ajax-liðnum at vinna annað árið á rað.
- Porto loypti hvøkk á við at vinna Champions League í 2004 undir leiðslu av José Mourinho. Liverpool vann kappingina á dramtiskan og minniligan hátt í Istanbul árið eftir. Hetta var fimtu ferð, at enska felagið kundi lyfta stóra steypið. Í fjør hittust liðini í áttandapartsfinaluni - tá vann Liverpool heili 5-0 í Portugal
- Tottenham og City hava ongantíð hittst í Champions League. Seinastu sjey innahýsis dystirnir í Premier League millum feløgini (frá sep.2015) eru endaðir soleiðis: Tottenham byrjaði við trimum sigrum á rað, síðani ein javnleikur í januar 2017, og seinastu tríggar dystirnar hevur liðið hjá Guardiola vunnið.
- Barcelona og Manchester United hittust í finalunum í 2009 og 2011. Barca vann báðar við tveimum málum. Í hálvfinaluni í 2008 vann United 1-0 samanlagt, og vann Champions League ta árið. Í 1999 lyfti United steypið fyri aðru ferð; tað var í Barcelona
Fótbóltur
Søguliga sterk lið millum tey seinastu átta
Her eru nøkur fakta um liðini og uppgerðirnar í 1/4 finalunum í Champions League.
Lionel Messi skorar her til 2-0 ímóti Ferdinand, Van Der Sar og United í finaluni í Rom í 2009 (Mynd: Daily Mail)
2019-03-15 12:02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald