placeholder
Fótbóltur

Soleiðis ber til at fylgja við 1. umfari

Livescore, myndir, sjónvarp, dystarfrágreiðing og frásøgn.

HB og KÍ bresta saman við Djúpumýru í 1. umfari
(Mynd: Jens Kr. Vang)

HB og KÍ bresta saman við Djúpumýru í 1. umfari (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-10 12:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Betrideildin hjá monnum byrjar í dag, og spenningurin er øðiligur. Dystirnir eru hesir: 

KÍ – HB
B36 – Skála
NSÍ – EB/Streymur
Víkingur – ÍF
TB – AB

Les eisini: So fer bólturin av álvara á rull

Til ber at fylgja við á ymsan hátt. Á forsíðuni á Portalinum er møguligt at fylgja við støðunum í dystunum, og vit hava myndir úr Djúpumýri og Sarpugerði. Eftir seinastu bríkslini stutt áðrenn klokkan 17.00 taka vit samanum 1. umfar.

Sum nakað nýtt verða dystirnir vístir í Telvarpinum. Avtala er komin í lag millum , Televarpið, FSF og feløgini - øll uttan KÍ. Ein høvuðsdystir verður hvørt umfar, har frásøgufólk, endurtøkur o.a. er á. Hesaferð er tann dysturin Víkingur - ÍF. Allir hinir dystirnir, uttan tann í Klaksvík, verða vístir á Rás 1.

Kringvarpið og FM1 hava beinleiðis frásøgn frá uppgerðini í Klaksvík, har føroyameistarin er á vitjan hjá arvafíggindanum. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder