Sum væntað var sjóneykan á dagsins tíðindafundi sett eitt sindur á støðuna við landsliðsvenjarastarvinum.
Nakað eftir seinna tapið í Lettlandi í ár, har avrikið í fyrra hálvleiki í besta føri var jánkaligt, kom tað fram, at fundur var millum starvsnevndina og toppin í FSF. Har var starvið hjá Håkani Ericson til viðgerðar. Bæði Portalurin og Sosialurin kundu fortelja hetta - sambært Sosialinum "hekk sviin í klønum tráð"
Sí eisini: A-landsliðið hevur nógv at prógva í oktober
Bæði Håkan Ericson og Sølvi Vatnhamar vóru á tíðindafudinum á Tórsvølli um middagsleitið. Har spurdu vit ein av mest royndu spælarunum á landsliðnum, hvussu hann sá støðuna, og um hvussu hetta ávirkar hópin:
- Sum spælari er tað keðiligt, at lesa slíkt sum eftir landsdystirnar seinast, har starvið hjá venjaranum verður viðgjørt. Eg kann staðfesta, at vit standa fult og heilt aftan fyri venjarin. Eg haldi eisini persónliga, at vit spælarar sleppa eitt sindur snikkaleystir í summum førum eftir løk avrik.
Håkan Ericson, landsliðsvenjari, Sølvi Vatnhamar, landsliðsveteranur (t.h.) og Hans Erik Danielsen, miðlaovast (t.v.) á tíðindafundi - Mynd: Sverri Egholm
Sølvi Vatnhamar staðfestir fyri Portalinum, at úrslitini samanlagt ikki hava verið nóg góð seinastu tíðina. Sum 38-ára gamli leirvíkingurin við 75 A-landsdystum eisini segði í september, so ynskja hann og liðfelagarnir sjálvandi stóran fólksligan stuðul:
- Kundu sjálvandi ynskt okkum ein fullan Tòrsvøll aftur, og at hava heilt nógv í Skansnum, sum leika í ein heilan dyst. Men vit noyðast eisini at avrika á vøllinum.
Sí eisini: Sølvi: - Landsliðið hevur tørv á undanvindi og at fáa fólk við
Videosamrøða við Sølva Vatnhamar, viðmerkingar frá Håkani Ericson og annað úr landsliðsleguni seinni.
Sí myndir og lesa um støðuna í hópinum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald