Fótbóltur

Sølvi: - Landsliðið hevur tørv á undanvindi og at fáa fólk við

Meðan vit bíða eftir seinkaða flogfarinum í Kastrup setur royndi leirvíkingurin orð á upplivingina á Tórsvølli í gjár, uppgávuna í morgin og støðuna hjá føroyska manslandsliðnum sum heild.

- Vit skulu vísa vilja og dirvi og fáa fólk við uppá tað, staðfestir Sølvi Vatnhamar. 38-ára gamli miðvallarin var nøgdur við tí, sum Føroyar komu við í 1-1 dystinum móti Norðurmakedónia í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit skulu vísa vilja og dirvi og fáa fólk við uppá tað, staðfestir Sølvi Vatnhamar. 38-ára gamli miðvallarin var nøgdur við tí, sum Føroyar komu við í 1-1 dystinum móti Norðurmakedónia í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-08 20:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Beinini hava tað rímiliga gott í dag. Tað var ein harður dagur á Tórsvølli í gjár, men samstundis ein øðiliga stuttligur landsdystur at spæla. Tað endaði nokk við einum rættvísum úrsliti. Vit kendu kanska aftaná, at man kundi "stolið" sigurin. Men um vit hyggja eftir øllum dystinum skapa teir størstu málmøguleikarnir og hava eisini eitt sindur fleiri møguleikar. So javnleikur er góðtikið.

Soleiðis sigur Sølvi Vatnhamar beint áðrenn ein Sjavs-dyst móti millum annað beiggjanum Gunnari Vatnhamar. 1-1 dysturin móti Norðurmakededónia situr frískliga í minnum, og eitt ávíst nøgsdemi merkist.

- Vit skulu vera nøgdir: Haldi vit fáa víst okkum frá einari hampiligari síðu, tá í mun til at vera ágrýtnir, at vísa vilja og tora at leypa á. Kanska nøkur ting sum vit saknaðu í seinastu undankapping.

[object Object]
Sølvi Vatnhamar brendi ein stóran møguleika seint í dystinum men spældi væl á sentrala miðvøllinum (Mynd: Sverri Egholm) 

Les meira um dystin her: Eitt brotsspark og eitt mál í part

Tað, at Føroyar vístu so mikið nógv jalig ting, er umráðandi, staðfestir royndi landsliðsspælarin úr Leirvík, sum er partur av liðskiparabólkinum. Hann viðurkennir, at landsliðið hevur tørv á viðgongd nú eftir heldur slaka tíð.

- Nú er tað ein onnur kapping, har liðini sum heild eru veikari enn tey, sum vit møttu síðsta ár. Tað merkir nakað, í mun til til hvussu vit fara inn til dystirnar. Vit skulu vísa vilja og dirvi. Haldi at føroyska landsliðið hevur tørv á tí nú: At fáa eitt sindur av undanvindi, at fáa fólk við uppá tað og fáa  góðrdagar á Tórsvølli. Hava tveir heimadystir í oktober so vónandi kann hetta úrslitið og eitt møguliga gott úrslit í Lettlandi fáa eina góða kenslu um landsliðið.

Sølvi Vatnahamar rósar samstundis teimum føroysku áskoðarunum, ið møttu upp í gjár, og serliga Skansanum: - Tey eru fantastisk, trúføst og hoyrast allatíðina.

[object Object]
Sølvi Vatnhamar hevur spælt undir Håkani Ericson seinastu fýra árini. Tað hevur sum heild gingist væl í Nations League, men ymiskt haltaði í EM-undankappingini í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Sí samrøður av Tórsvølli í gjár: 
Meinhard Egilsson: - Deiligt at spæla á Tórsvølli aftur (Video)
Gunnar Vatnhamar biður um umbering (Video)
Hanus Sørensen: - Rótut til tíðir - nú fara vit til Lettlands eftir sigrinum (Video)
Málskjúttin: Kenslan er ok
Håkan Ericson: - Tað snýr seg um javnvág í heildarmyndini

Til síðst fáa vit roynda miðvallaran at seta orð á uppgávuna í Lettlandi í morgin. Lettar eru beint við Føroyar á styrkislistanum, taptu í gjár 4-1 í Armenia og teimum hava Føroyar ongantíð tapt ímóti í kappingardysti - lettar vunnu tó 1-0 í Baltic Cup í summar.

- Eg trúgvi, at Lettland er tað liðið í bólkinum, sum er tættast okkum í styrki. Lettland fer helst inn til dystin týskvøldið við tí fyri eyga, at hetta er dysturin, sum man helst skal vinna: Á heimavølli móti Føroyum. Men vit hava nakrar góðar upplivingar harfrá. Venjingardysturin í juni gjørdist heldur tungur, men vit fara yvir nú við góðum treysti og halda avgjørt, at vit kunnu bjóða Lettlandi av - kanska tað fer at líkjast eitt sindur tí í gjár, sigur Sølvi Vatnhamar.

Føroyar og Lettland spæla týsdagin 10. september klokkan 17 føroyska tíð. Flogfarið úr Kastrup er seinkað, men ferðalagið er helst heilt uppá pláss á gistingarhúsið í Riga nakað áðrenn midnátt føroyska tíð.

Sí eisini: Jóan Símun hevur nú spælt 90 A-landsdystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder