Venjarin hjá føroyska landsliðnum, Sonni Larsen, hevur hug til at fara í krígsterminologiina, tá hann lýsir støðuna, sum hansara dreingir eru í í løtuni.
Eftir óvæntaða javnleikin í Podgorica á Balkan í gjárkvøldið, varð dagurin í dag brúktur til at sleikja sárini. Onkrir leikarar vórðu eftirhugdir av lækna eftir dystin.
Annars varð yvirskotstíðin brúkt til kropsliga venjing – teir skulu venja hvønn dag – áðrenn farið varð undir ferðina úr Svartfjallalandi og til Danmarkar umvegis polska høvuðsstaðin, Warshawa.
Hópurin var á flogvøllinum í Billund um hálvgun átta tíðina og gjárkvøldið, og haðani varð farið til aldargamla hotellið á hugnaliga torginum í vesturjútska keypstaðnum, Ringkøbing, har hópurin býr nú meðan ”heimadystur” er í Vesturjútlandi.
Kvøldið í gjárkvøldið skuldi brúkast til at hyggja í video – fyrireikingar til komandi stóruppgávu og eisini at taka íaftur onkkurt av tí góða, sum teir megnaðu á vøllinum í Podgorica.
- Hesir báðir dagarnir eru bara vápnahvíld. Eftir orrustuna á Balkan, bíðar eitt nýtt stríð okkara monnum leygardagin, og teir skulu vera klárir at leypa á, sigur Sonni Larsen.
Stásilig arena
Fyrrapartin í morgin fara teir í stásiliga leikvøllin í Skjern, Skjern Bank Arena, sum liggur í tilknýti til Ringkøbing-Skjern Kulturcenter. Fyriuttan stóru dupulthøllina, eru tvær aðrar ítróttarhallir umframt fótbóltsvallir, fitness, bovling, innigolf og fundar-, ráðstevnu- og veitsluhølir og møguleiki fyri gisting, seturskúlum og venjingarlegum.
Menninir skulu gera seg kunnugar við umstøðurnar, og so venja nakrar skipanir ígjøgnum.
- Vit upplivdu í Montenegro, at vit gjørdust sárbærir í øðrum hálvleiki, tá teir sleptu 6-0-verjuskipanini og sendu ein mann fram. Vit kunnu rokna við at møta eini líknandi danskari verju í morgin, kanska við Magnus Landin frammi sum 1’ara. Tað skulu vit venja, so vit hava eitt aftursvar, sigur Sonni Larsen.
Hann vil ikki tosa um hvat úrslit vit skulu vænta móti Danmark.
- Upplivilsið í Montenegro var fantastiskt, tí vit vita at Montenegro er eitt gott hondbóltslið. Vit vita bara eisini, at Danmark hevur eitt uppaftur betri lið – millum heimsins fýra bestu – og vit kunnu ikki løtuni siga, hvat er eitt gott úrslit fyri okkum móti einum topp 4-liði.
- Eg veit bara tað, at tað var ógvuliga gott, at vit fingu tveir venjingardystir í Finnlandi áðrenn vit fóru avstað henda túrin, tí har lærdu vit nakað, sum vit veruliga kundu brúka í Montenegro. Fyri hvønn dyst vit spæla, gerast vit eitt betri lið, eg haldi, at tað sást týðuliga í dystinum mikudagin.
Brúk fyri øllum
- Men vit skulu vera fyrireikaðir til ógvusligari mótstøðu leygardagin. Vit skulu eisini vera fyrireikaðir uppá, at vit í summum støðum kunnu koma til at síggja tápuligir út, tí vit kanska vera útspældir í onkrum systemi. Vit skulu duga at takla slíkar støður eisini – tað er týdningarmikið, sigur Sonni Larsen.
Hann harmast um, at Føroyar ikki fingu nóg mikið burturúr Rógva Dal Christiansen, sum gjørdist skaddur tíðliga í dystinum.
- Vit hava brúk fyri øllum okkara monnum til tær uppgávurnar, teir eru settir til, og tí vóni eg, at bæði hann, og Jónas G. Djurhuus, ið brákaði sær rivini, eru til reiðar í morgin, sigur Sonni Larsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald