Hondbóltur

Sonni heldur fram sum landsliðsvenjari

Sáttmálin við Sonni Valgreen Larsen er longdur til 2021.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-03-15 13:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sonni Valgreen Larsen heldur fram sum høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við monnum.

Hondbóltssamband Føroya hevur longt sáttmálan við landsliðsvenjaran fram til juni 2021.

Sonni tók við starvinum sum A-landsliðsvenjari á sumri í 2017, og frammanundan var hann venjari hjá gylta U21-landsliðnum, ið tók lut í HM-endaspælinum í Algeria sama summarið.

– Tað er stór framgongd í føroyskum hondbólti og eg vil fegin vera við at føra føroyskan hondbólt enn longur fram á leið, sigur landsliðsvenjarin.

A-landsliðið við monnum skal spæla tveir EM-undankappingardystir í apríl, sum báðir eru móti Ukraina.

Úrtøkan úr EM-undankappingini hevur verið eitt stig higartil, sum varð fingið móti Montenegro.

– Málið er sjálvsagt at fáa fleiri stig. Um alt klappar, so hava vit ein lítlan kjans at fáa stig móti Ukraina og í seinna dystinum móti Montenegro í juni, men tað verður verri móti donsku heimsmeistarunum, greiðir Sonni frá.

Sí eisini: Video: - Eitt svangt føroyskt lið

Les eisini: Sonni Larsen: Føroyskur hondbóltur hevur flutt seg nógv

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder